Frá leygardegnum 16. november 2024 eru nýggir prísir og nýggjar upplatingartíðir galdandi fyri svimjing og fyri nýtslu av nýggja vælveruøkinum í Svimjihøllini í Gundadali. Aldursmark er eisini ásett fyri nýtslu av vælveruøkinum.
Prísir fyri svimjing frá 16. november 2024
-
Vaksin 16 ár og eldri: 50 krónur
-
Børn 2-15 ár: 25 krónur
-
Børn yngri enn 2 ár: Ókeypis
Prísir fyri nýtslu av vælveruøkinum frá 16. november 2024
-
Fyrrapart gerandisdagar (til klokkan 12): 70 krónur
-
Seinnapart gerandisdagar: 100 krónur
-
Í vikuskiftunum: 110 krónur
-
Pensjónistar: 50 krónur
-
Lesandi eldri enn 16 ár: 50 krónur (lestrarkort krevst)
-
Børn undir 2 ár (gerandisdagar klokkan 10-12): Ókeypis
Svimjing er íroknað prísunum fyri nýtslu av vælveruøkinum.
Avsláttarkort eru ikki galdandi fyri vælveruøkið, einans fyri svimjing.
Aldursmark í vælveruøkinum
Hvønn gerandisdag frá klokkan 14 til 17 fáa børn yngri enn 16 ár atgongd til vælveruøkið saman við vaksnum. Kostnaðurin er tann sami sum fyri vaksin (t.e. 100 krónur).
Frá klokkan 10 til 12 gerandisdagar kunnu foreldur hava børn yngri enn tvey ár við sær ókeypis inn í vælveruøkið.
Allar aðrar tíðir í vikuni er aldursmarkið í høvuðsheitum 16 ár fyri at fáa atgongd til vælveruøkið.
Upplatingartíðir
Mánadag
06.15-09.00 og 18.00-20.00
Týsdag til fríggjadag
06.15-20.00
Leygardag og sunnudag
08.00-16.00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo