Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar Musikskúli: Í døgunum 27.-29. mars 2025 verður Hátún í Tórshavnar Musikkskúla karmur um tónleikakapping fyri ungar evnaríkar tónleikarar, sum fara at framføra tónleikaverk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við 5 fólkum.

Til ber longu nú at melda til Stellu Polaris 2025.

Stella Polaris hevur sum mál at styrkja og menna skapanargleðina hjá ungu tónleikarunum og vísa fjølbroytni í klassiska tónleikinum. Fyrsta kappingin var hildin í 2014 . Tey, sum hava vunnið gjøgnum árini, eru:

  • 2014 – Mattias Kapnas (klaver)

  • 2015 – Alvi Joensen (gittar)

  • 2017 – Dávur Birgisson (gittar)

  • 2019 – Ernst Dánjalsson Remmel (trompet)

  • 2021 – Aksel Dánjalsson Remmel (klaver)

  • 2023 – Andrias Blaasvær (violin)

Stella Polaris hevur til endamáls at stuðlað og heiðrað okkara evnaríku tónleikarum, sum eru komnir langt á tónleikaleiðini.

Fleiri av luttakarunum gjøgnum árini, teljast nú millum fremstu ungu tónleikeikarar í Norðurlondum.

Kappast verður í 4 ymiskum aldursbólkum, hesir eru:

  • 0 til og við 11 ár

  • 12 til og við 15 ár

  • 16 til og við 19 ár

  • 20 til og við 24 ár

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla www.tm.fo

Tilmeldingarfreistin er 1. februar 2025.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo