Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Barna- og útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur tikið stig til, at nýtslan av fartelefonum í fólkaskúlum skal tálmast. Hetta er gjørt við at broyta kunngerð um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini, har álagt verður skúlastýrunum at áseta reglur, sum tálma nýtsluna av fartelefonum í skúlanum. Ein vegleiðing er gjørd, sum skúlastýrini kunnu halda seg til.

Fartelefonin er eitt amboð, sum nógvir næmingar eiga og hava við sær í skúla. Hetta kann órógva og ávirka undirvísingina, atburðin hjá næmingunum og felagsskapin í skúlanum. Happing er eisini í ávísan mun knýtt at fartelefonini við møguleikum fyri særandi boðum og myndum. 

Hóast fartelefonin kann órógva, kann hon eisini verða nýtt sum amboð í ávísum undirvísingarstøðum og hon kann verða hjálpiamboð hjá næmingum, ið hava ávísar avbjóðingar. Fartelefonin er eisini ein trygd hjá foreldrunum, so at barn og foreldur kunna boða frá, um onkrar broytingar eru í gerandisdegnum. 

Fartelefonin er tað talgilda amboðið, har lættast er at fáa samband við onnur og at ferðast á sosialu miðlunum. Hon er við hondina og kann altíð takast fram. Tað er tí so skjótt, at hon tekur uppmerksemi hjá næminginum og ávirkar bæði læringina og sosiala felagsskapin.

Tað er umráðandi, at skúlin hevur fyriskipanir, so at talgild amboð sum fartelefon órógva sum minst í skúladegnum bæði í undirvísingini og sosiala felagsskapinum. Hetta hevur stóran týdning bæði fyri  næmingar og lærarar, og kann hava týðandi ávirkan á samskifti í flokkinum, og hvat næmingarnir fáa burtur úr undirvísingarliga og trivnaðarliga.

Næmingarnir skulu læra at virðismeta eitt gott og virðiligt samskifti, ogna sær samskiftisførleikar og síggja týdningin og leiklutin, ið samskifti hevur bæði fakliga og sosialt. Eisini eigur skúlin at leggja áherðslu á talgildisbúgving, har næmingarnir læra at nýta tøknina og tøkniliga samskiftið skynsamt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo