Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Í dag klokkan 15 verður frumsýning av "What if it were me."

Tá sleppa fyri fyrstu ferð børn í fleiri ymiskum londum at hoyra og síggja seg sjálvan í einum nýggjum videolagi, sum er sungið inn og filmað í Kosta Rika, Kenja, Litavia og í Føroyum.

Steintór Rasmussen gjørdi sangin Tað kundi verið eg í samband við eina Reyða Kross landsinnsavning fyri júst fýra árum síðani. Lagið fekk eina hjartaliga móttøku og varð í 2022 av Kringvarpi Føroya kosið at verða ársins hitt.

Lena Andersen hevur síðani týtt orðini til enskt, sum nú børn úr trimum ymiskum heimspørtum syngja.

Tað eru Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson, sum hava filmað í Afrika, Miðamerika, Eysturevropa og her í Føroyum. Og sjálv hava tey klipt og sett saman videolagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo