Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Almanna- og Mentamálaráðið: Seinnapartin í dag varð boðið til føðiingardagshald í Skótahúsinum í Runavík, í sambandi við at Andrea Sofía Ragnhild Poulsen rundar tey 100 árini. 

Sera nógv fólk høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá Andreu. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var við og bar fram røðu fyri føðingardagsbarninum..

Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna.

 

Góða Andrea

So kom dagurin tá tygum, Andrea hava rokkið teimum 100 árunum. Ikki hissini at náa so høgum aldri.

Og eg má siga, at tað er mær ein sera stórur heiður, og eg gleðist um at fáa høvið at vera við til at hátíðardagin føðingardagin saman við tygum, tygara kæru, vinum og bygdafólki her í Skótahúsinum í Runavík.

Vit báðar kennast ikki persónliga, men úr tí, sum mær er sagt um føðingardagsbarnið, so er nógv gott at siga frá. Ein sermerkt kvinna, har áræði, vilji og styrki hava mynda tygum á lívsleiðini.

Tað var í Syðrugøta at vøggan stóð, tygum eru fødd hendan dagin, tann 11. november 1924.  Foreldrini vóru pápin Johannes Michael Sederius Michelsen seinni Dalbø, ættaður úr Barbistovu í Syðrugøtu og mamman Inger Anne Kathrine Højgaard, ættað innan úr Gerði á Toftum.

Tygum vóru fyrstfødd í einum systkinaflokki av sjey.  Poula, Arna,

Daniel Pauli, Dagny og Jona er øll farin, men yngstu systrina Daniu hava tygum enn.

Barnaskógvarnar slitu tygum í Syðrugøtu og tað var tí í Gøtu, at barnaskúlin varð gingin. Lærarafólkini vóru góð, Konoy sum 1. lærara, versoni hansara Jákupi sum lærara, og frú Øregaard sum lærarinna.

Ein serlig uppliving frá skúlatíðini var, tá tygum í 7. flokki sluppu til Danmarkar við skúlabørnum í 1938, sera sjáldsamt tá. sjálvandi kunnu vit siga at tað var heppið, tí fá vóru tey útvaldu. Men her hugsi eg, at tygum longu tá vístu rætta áræði. At taka av stóru uppliving at sleppa við Tjaldrinum, at fara og  fáa innivist hjá fremmandafólki og uppliva eitt fremmand land. Samstundis er eyðsæð, at hetta skapti vinabond, sum hava vart til denna dag.

Bert 14 ára gomul byrjaði tygara arbeiðslív, fyrst í í handlinum hjá Poul Andrias í Syðrugøtu, og víðari sum arbeiðskona hjá Soffíu, har tað vóru 7 børn at taka sær av. Hegni at binda høvdu tygum frá smágentu, og tí var tað upplagt, at tygum samstundis vóru bindikona hjá Soffíu, har bundið varð í kjallaranum. Har var bæði brúk fyri at tit dugdu kynstri at binda 2 og 2 saman og at duga ta fínaru bindingina.

Higani gekk leiðin tvey ár seinni til Norðragøtu,  og við skríni frá pápanum, har tey persónligu tingini goymdu seg, at tæna hjá Øregaard. Har var nógv at síggja til, tí sum nevnt var frúan lærarinna, Øregaard í tinginum og á loftinum var handilin hjá teimum, sum somuleiðis skuldi passast.

Hetta var í krígstíð og um somu tíð flutti tey í nýggj hús í Norðragøtudali, sum jú var burturfrá bygdum. Higar flýddu eisini bygdafólk undan minu. Hetta kravdi áræði av eini 16 ára gamlari gentu, tí myrkt var at ganga, ongi hús og ongar gøtulyktir, og hermenn, sum kundu verða ræðandi. Hóast hetta gingu tygum, tá ein fríløta var, leiðina heim til Syðrugøtu, og tá leiðin gekk  aftur til Norðragøtu, plagdi Poula systir at fylgja tygum á leið.

Næsta staðið at tæna var hjá Evaldi Kjølbro og Gerdu í Klaksvík. Og tað var um somu tíð at tygum lærdu at seyma hjá Agnes, hetta meðan ferðast var hjá Amaliu.

Tað var somuleiðis í Klaksvík, at tað í 1949 rann saman millum unga eiðismannin Alfred Poulsen og tygum. Hann var komin í lærdu á bedingini og búði hjá fastur sínari Lovisu og Jógvan Páll Fjallsbak. Og tá hann valdi at útbúgva seg víðari á Københavns Maskinmesterskole á Jagtvegnum, ja so valdu tygum sjálvsagt at fylgja við. Afturat áræði áttu tygum vilja at ganga nýggjar leiður. Sjálv fingu tygum brúkt lærdómin við seyming á seymistovu á Gamle Kongevej.

Tit bæði vóru hjúnavígd Tårnby kirke  tann 3. august 1952 í og settu búgv í Haveforeningen Ørsted og Alfred sigldi við m.a. ØK. Tey bæði elstu børnini eru fødd í Danmark og doypt í Absalonskirkjuni.

Í 1957 varð stigið tikið at flyta heim aftur á klettarnar, fyrst í barndómsheimi í Syðrugøtu og síðani, eitt stutt skifti, til leigaðu á Skipanesi, áðrenn grundøkið varð keypt frá Poul á Líknargøtu í Heiðunum og húsini klár at flyta inn í 1958.

Meðan Alfred arbeiddi á Sildafabrikkini í Syðrugøtu og sigldi við Koraliu, vóru tygum heima og passaðu hús, mann og børn. Aftur tá fingu tygum brúkt lærdómin við seyming, seymaði fyri fólk, og umframt at seyma klæðir til børnini.

Tað fjálgaðist hjá tykkum og saman fingu tit seks børn,  Agnar sum býr í Hoyvík, Annvør á Eiði, Atli  og Allan í Saltangará, Ann á Toftum og  Anja norðuri á Trøllanesi. Seks eru ver-børnini og 19 ommubørn, sum fleiri hava fingið maka og hava ríkað við heili 27 langommubørnum.

Mær er sagt, at tygum altíð vísa stóran áhuga í dagligdegnum hjá teimum øllum, og fylgir væl við í tí, sum tey øll hava við, bæði børnunum, í arbeiði og við ítróttini.

Sigast má, at tygum Andrea hava verið ein sterk kvinna. Í 1963 valdu tygum at ganga nýggjar leiðir og í Kongens København varð farið á frisørskeið. Heimafturkomin byrjaði tygum at arbeiða sum frisør heima við hús.

Seinni var tað Lynfrost, sum eitt skifti var tygara arbeiðspláss. Og tey síðstu árini á arbeiðsmarknaðinum vóru tygum í køkinum á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi. Mær er sagt at hetta dámdu tygum sera væl.

Eftir tygum liggur eitt langt og fjølbroytt lív, eisini á arbeiðsmarknaðinum.

Tygum Andrea hava allar tíðir verið ein guðrøkin kvinna, uppvaksin sum kirkjufólk, og hava altíð dámt so væl at ganga í kirkju. Sum genta gekk leiðin, saman við pápanum, í kirkju yviri í Norðragøtu, og stuttligt var tá at brúka høvið á vegnum at vitja familjuna í Norðragøtu.

Sum longu nevnt er tygum røsk til handverk, ikki minst at binda, og serliga eru tað børnini og ommubørn, sum hava fingið gleðina við hesum pløggum. Men eisini prestur, Meinhard Bjartalíð, hava tygum hugsað um og hevur eisini hann tá fingið hosur frá tygum Andrea.

Evnini at skriva og serliga at yrkja hava tygum somuleiðis fingið í vøggugávu. Tí er nógv yrkt í sambandi við serligar dagar í familjuni, so sum brúdleyp, føðingardagar og annað. Fyri ikki at gloyma siðvenjan at skriva mangt jólakorti til tíni nærmastu. Ein kvinna við nógvum talentum má sigast.

Í september 2016 mistu tygum Alfred og sótu einkja, og búði eftir hetta einsamøll við húsi. Tó var tað ikki fyrr enn í februar 2021, at tygum flutti á Vesturskin á Toftum, og eisini har trívast tygum og hava tað gott. Við tygara lætta lyndi og tí góða orðinum eru tygum løtt at umganga og vera góð við.

Jú sigast má, at áræði, vilji og styrki hava mynda tygum, ikki bangin fyri at  taka eitt tak við arbeiði og hjálp, eins og tygum við gleði hava tikið tykkum av heiminum og alt upp børnini. Kvinnum sum tygum eru vit øll takksom fyri og stolt av. Nógv hava tit lagt eftir til okkara, ið nú skulu føra arvin víðari fram. Høvdu vit í Føroyum ikki havt átt slíkar slóðbrótandi kvinnur, vóru vit nógv fátækari í dag, bæði andaliga og handaliga.

At enda fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld og Guds ríku signing, hetta við einum sálmaørindi hjá Mikkjali á Ryggi.

Tey sum Guðs vilja gera
og elska fólk og land
Tey signing við sær bera,
sum sløkkir haskan brand
Tey lýsa gjøgnum strevið
tey bjarga lond úr neyð
Tey sigra víst, Guð gevi
vit teljast millum tey.

Enn einaferð fari eg at ynskja tygum til lukku á 100 ára degnum og at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld við tøkk fyri dagin í dag og Jesus pápin signi lívsleiðina hjá tær og tínum góða Andrea.

Takk fyri

Sirið Stenberg landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo