Føroyski FIRST LEGO League-endaleikurin verður í dag frá kl. 09.00 til 15.30 í Skúlanum á Fløtum, har 24 lið fara at kappast um at gerast føroyameistarar og møguleikan at umboða Føroyar í donsku finaluni.
Evnið í ár er Submerged og snýr seg um alt undir vatnskorpuni.
Til endaleikin fara liðini fyri dómarum at leggja fram nýhugsandi loysnir sínar og at kappast í robott dystum á stóra lego bananum, og at hava básar, har tey kappast um at marknaðarføra loysn sína best.
Øll eru hjartaliga vælkomin til finaludagin at fylgja við, hyggja og eggja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo