Í Oktobur gav Beinir plátuna Greener út. Beinir hevur verið á konserferð síðan 1. novembur, og nú eru hann og dugnaligi bólkur hansara á veg til Føroya at spæla tvær útgávukonsertir í Løkshøll, áðrenn stóru konsertirnar í Aalborg, Aarhus og Keypmannahavn.
Dagin fyri fyrru konsertina í Føroyum, t.e. hósdagin 21. novembur kl. 15, verður útgávutiltak í Tutl í Havn, har Beinir fer at spæla nøkur løg.
Hann fer eisini at signera plátur og fløgur.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo