Í Kollafirði stilla tveir kollfirðingar upp til kommunuvalið í Tórshavn. Talan er um Anju Weyhe (E) og Berg Robert Dam Jensen (C). Sunnukvøldið 10. novembur, kl. 19.00 verður skipað fyri eini síðstu hólmgongu millum hesi bæði valevnini í Kollafjarðar skúla. Evnið á fyrsta valfundinum verður eldrasambýlið og bústaðir í bygdini. Ben Arabo verður orðstýrari.
Umframt sjálva hólmgonguna millum Anju og Berg, fer nýggja Kollfjarðar sangkórið, ið er stjórnað av Lailu av Reyni at syngja nøkur løg um Kollafjørð og samanhald.
Møguleiki verður somuleiðis hjá veljarunum at viðmerkja og seta spurningar til valevnini. Drekkamunur verður eisini at fáa.
Valfundurin verður eftir ætlan eisini stroymdur.
Fyriskipararnir av tiltakinum eru eitt valtoymi av kollfirðingum, ið rópa seg “Vel ein kollfirðing” og sum hevur til endamál at fáa kollfirðingar, ið vilja raðfesta Kollafjørð, valdar inn í býráðið í Tórshavnar kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo