Filmsfelagið sýnir Missir í Havnar Bio leygardagin 23. novembur kl 17:00, har leikarar og framleiðarar verða til staðar.
Vit hitta aldrandi mannin, sum just hevur mist konuna. Hann tvíheldur um urnuna, og úr henni rør hann øskuna í heita krússið og drekkur, til hann sær hana fyri sær. Nú enduruppliva tey minnir úr lívinum, tey hava havt saman, eisini úr Føroyum.
Saman við lívskáta grannanum, fylgja vit aldrandi einkjumanninum, ið leitar eftir nýggjari meining at verða til, meðan hann søkir sær troyst og ugga í teim minnisløtum, hann og konan høvdu saman. Í hesi lívsleitan rakar hann við sjáldsamar persónar, ein sjálvupptiknan doktara, ein smikursøtan mann, ið selur kistur, ein shamanistiskan yogalærara, duldarfullar nunnur, eina unga føroyska brúður, og ein lítlan hvítan hund, sum eitir Skuggi. Ferðin hjá gamla manninum er ein nemandi granskan í sorg, kærleika og menniskjansligum avbjóðingum.
Jón Hammer hevur verið framleiðsluleiðari fyri Truenorth Faroe Islands, tá umræður føroyska partin í filminum Missir.
Leikarar eru Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrun S. Gísladóttir. Leikstjóri er Ari Alexander Ergis Magnússon, og framleiðarar eru Oscartilnevndi Fríðrik Þór Fríðriksson og Guðrun Edda Þórhannesdóttir.
Þorsteinn Gunnarsson sigur soleiðis um leikstjóran í samrøðu við Morgunblaðið: „Ég bar fyllsta traust til hans sem leikstjóra. Hann er mjög hugmyndaríkur og með skýra myndræna sýn. Ari virkilega vandaði sig við gerð þessarar myndar og kom aldrei með ódýrar lausnir. Missir er mjög fallegt listaverk.“
Íslendski filmurin Missir verður sýndur í upprunaversión, men við enskum undirteksti og heitinum Epilogue. Sýningin er almenn.
Filmsfelagið 23/11 kl 17:00 Missir (Epilogue, Ari Alexander Ergis Magnússon, Ísland 2024 89 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo