Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Faroe Music Export: Í 2012 stovnaðu tær fimm tónleikaútflutningsstovurnar í norðurlondum - Music Norway, Export Music Sweden, Music Export Denmark, Music Finland og Iceland Music - tónleikaútflutningssamstarvið NOMEX (Nordic Music Export Programme). Tónleikaútflutningsstovurnar samdust um at arbeiða saman um at fremja vøkstur og menning av norðurlendskum tónleiki gjøgnum miðlan og altjóða marknaðarføring, umframt at veita annan stuðul til tónlistafólk. Gjøgnum verkætlanir í og uttanfyri norðurlond roynir NOMEX at umboða kjarnin í norðurlendskum tónleiki. Meirvirðið, ið kemur burtur úr hesum samstarvi, ger seg alt meira galdandi innan altjóða tónleikaídnaðin.

Faroe Music Export (FMX) er fyrsti atknýtti limurin í NOMEX. Føroyska tónleikaútflutningsstovan arbeiðir á føroyska tónleikapallinum við at stuðla og gera tað lættari fyri føroyska tónlist tvørtur um allar sjangur at røkka út um landoddarnar. Endamálið er at menna verksetan innan tónlist og skapa møguleikar fyri føroysk tónlistafólk og samstarvspartar teirra bæði heima í Føroyum og uttanlands.

- Vegna Faroe Music Export (FMX) vil eg fegin takka NOMEX fyri hendan frálíka møguleikan og fyri at lata hurðarnar upp fyri okkum. Hóast Føroyar eru eitt lítið land, hevur tónleikaídnaðurin veruliga lagt merki til menning okkara á altjóða tónleikapallinum, síðani FMX varð stovnað í 2019. Atknýtti limaskapurin í NOMEX kennist sum náttúrliga næsta stigið, og tíðin er heilt tann rætta. Eg eri sannførdur um, at samstarvið við NOMEX fer at hava ómetaligt gagnvirði. Hin vegin hevur FMX eisini skyldu til at vera ein virðisskapandi limur, ið leggur sítt ískoyti av vitan, netverkum og royndum á borðið - og haraftrat, men ikki minst ein frálíkan og skjótt vaksandi tónleikapall, sigur Glenn Larsen, stjóri í FMX.

Atknýttu limirnir í NOMEX eru tónleikaútflutningsstovur, sum hava skyldu at fremja tónleikaútflutning úr norðurlondum uttan fyri tey londini, sum upprunaliga stovnaðu NOMEX. NOMEX miðar eftir, at atknýttir limaskapir í verki koma á hædd við limaskapirnar hjá hinum norðurlondunum, har fokus verður sett á tvørnorðurlendskt samstarv um tónleikaútflutning, vitanardeilig og samstarv um viðkomandi virksemi.

- Júst sum Ísland eru Føroyar ein lítil og einastandandi tónleikamarknaður við sera dugnaligum talentum, men har lokali tónleikaídnaðurin er øgiliga avmarkaður. Ísland hevur verið limur í NOMEX frá byrjan, og vit vita, hvussu stóran týdning tað hevur at vera partur av einum netverki, har tað er gjørligt at samstarva um umráðandi verkætlanir tvørtur um landamørk og deila vitan og royndir við okkara samstarvspartar í norðurlondum. Vit halda, at NOMEX er heppið at hava fingið FMX við umborð, og vit síggja fram til okkara samstarv í framtíðini, sigur María Rut Reynisdóttir, stjóri í Iceland Music.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo