Føroyski felagsskapurin Frítt val, sum arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum, vann í gjár PlanBørnefondens Pigepris 2024.
- Frítt val varð stovnað í 2017 á bókasavninum í Havn av einum lítlum bólki av kvinnum, sum ikki longur vilja góðtaka, at fosturtøka ikki er ein møguleiki í Føroyum. Henda heiðurslønin vísir, at man er ongantíð ov lítil ella ov fá til at gera okkurt, sjálvt um tað kann tykjast ógjørligt, segði Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, sum er ein av stovnarunum, tá hon tók ímóti heiðurslønini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo