Rás 2 sendir frá kommunuvalinum stóran part av degnum. Byrjað verður at senda beinleiðis úr studio kl. 15 við upptakt, samrøðum og greiningum, og frá kl. 19 fer sendingin í størri mun at snúgva seg um ítøkiligu úrslitini á valstøðunum kring landið. Vitjað verður kring landið, og fólk kunnu skriva inn til studio á tlf. 781214.
Rás 2 hoyrist vanliga á FM og á netinum. Í kvøld verður tó eisini møguleiki at síggja tað, sum fer fram í studio. Tað verður sum stroyming á youtube. Tað er Raclipp, sum hevur sett útgerð upp fyri Rás 2 til høvið. Rás 2 sendir sostatt bæði ljóð og sjón á FM, Rás 2 appini og á Youtube frá kl 15.00 í dag.
Leinkjan er: https://www.youtube.com/@RAS2HITTRADIO
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo