Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

…hmm…mundi frægari verða statt í verðini henda mánamorgunin ellivta november…í tí Harrans ári tjúguhundrað og fýra og tjúgu…um meirilutin av veljarunum vestanhavs høvdu valt Kamalu Harris á forsetavalinum farna týsdag…

…helst…

...eitt lítið vet…

…ið hvussu er høvdu heimspolitisku útlitini verið útrokniligari enn nú, ið óvissa vil míga sítt sólarlagsregn niður yvir okkum øll…og hóttir við ruðuleika…handilsliga, hernaðarliga og at kalla í allar aðrar mátar…

…sum vera man gera fólk sær ymsar tankar um, hví forsetavalið vestanhavs endaði, sum tað gjørdi…komandi forsetin langt burturífrá nakað dygdarljós…dømdur fyri lógarbrot…fongdari við spillu og fordómar enn nakar skarvur við lús…eitt hykl…eitt skrøgg… og ein skrólari, ið eftir valósigurin í tjúgutjúgu enntá stóð fyri eini…gamaní neyðarsligari…kvettroynd…ein lortendi, ið ikki smæðist við at renna á leistum fyri einræðisharrum og  heldur hánt um borgarligt frælslyndi…blindur fyri hvørjum sum helst, hóvar tað ikki saman við hansara politisku innbilningar…eitt vittuggi, sum ger sær dælt av tí lægsta og versta, í fjøldini býr…

…ei dáni í at mong standa undrandi…hvussu ber tað til, at ein framkomin og mentað tjóð velur ein sovorðnan dólg í sítt hægsta embæti…?...

…svørini helst bæði mong og í sama mun ráðaleys…

…summi skylda upp á Joe Biden sitandi forseta…hann átti ikki at bjóða seg fram aftur…onnur lasta  Kamalu Harris… hon var eitt illa skikkað valevni…men tað uppáhaldið stendur ikki nærri skoðan kurl…Kamala Harris førdi eitt til tað skilagott valsstríð í ringum stjórnmálalíkindum…men hon…eins og fleiri við henni…eisini í republikanska flokkinum…líða tann vansa politiskt at vera ímyndin av teirri skipan, sum hevur bygt seg upp í vestanhavs…og í vesturheiminum yvirhøvur… seinastu hálvthundrað árini…eini skipan, ið hevur havt við sær, at misbýtingin av samfelagságóðunum verður alsamt grefligari…ríkidømið hjá teimum fáu…einum lítlum prosenti fólkinum…er farið so langt út um øll rættvísismørk, at klovningur vil koma í samfelagið og tað koma í stríð við seg sjálvt…

…sjón gongur fyri søgn…

…valdið…tað fíggjarliga og búskaparliga…ella skjótari sagt…ognarvaldið…savnast…sum sagt… á færri og færri hendur…við tí virknaði…sum vit eisini hava sæð heima á klettunum hjá okkum sjálvum…at ognarvaldið so at siga eftir vild kann telva politisku skipanina bæði skák og mát…

…á útsíðuni er tó alt við frið og sínar náðir…ognarvaldið og politiska skipanin sýnast at hava onkra semju sínámillum…fjalda undir royndskygdum yvirlæti…og semjan tann, at ímóti at gera ognarvaldinum eftir vild, sleppur politiska skipanin annars…allar náðiligast…at fyrisita skatta- og avgjaldsinntøkur…og tað ger hon…fyrisitur skatta- og avgjaldsinntøkur við meginatliti til teirra, sum í tølum roknað leggja mest til hesar inntøkur og í stóran mun dúva upp á ognarvaldið…sum… so at siga…eigur lívið í teimum…útkomu og framtíð teirra…og um nakar ivast, sipi eg her til ta inntökusterku miðstættina…

…flestu…sokallaðu stjórnarbæru…flokkar í evropeiskum londum…tak Bretland, Týskland og Frakland t.d.…eru í dag miðstættarflokkar…munurin á vinstra og høgra er í mesta lagi smáir áherðslumunir…eitt nú um í hvønn mun tænastur í heilsu-, samferðslu- og útbúgvingargeiranum skulu veitast privat…stættastríðið fánaði burtur í politiskum orðaskifti longu í fýrs árunum…ættarlið av veljarum vita valla, hvat orðið merkir longur…politiskt málføri er javnað saman í eina miðju av fyristingartøkniligum orðamjørka… hugtøk sum vælferð…ið einaferð gekk sum ein brotriva millum høgra og vinstra í vestur-evropeiskum politikki…eru nú snikkað til at snúgva seg um vælferðina hjá miðstættini…hennara tørv á almennum tænastum og veitingum…

…henda skipanin elvir sum vera man misnøgd eftir seg millum teirra, ið ikki njóta miðstættarforrættindi…hægri útbúgving… vællønt størv… góð bústaðarviðurskifti… tryggar eftirlønarskipanir o.s.fr. …hetta eru tey vanbýttu…snøgt sagt…alt frá teimum so niðarlaga í miðstættini, at tey óttast at dragna úr henni…eitt nú smærri vinnurekandi…til fólk, sum eru komin í armóð…bæði hús- og arbeiðsleys…

…og misnøgdin ger ein vaksandi part av veljaraskaranum…helst útímóti helvtini sum nú er…men misnøgdin var og er enn spjadd…klovin ymsar vegir…eftir búsetu, antin hon er á bygd ella í býi…eftir uppruna, um hann er innlendur ella útlendskur…eftir húðarliti…eftir trúgv…aldri…kyni…yrki…o.s.fr….av tí sama hevur misnøgdin javnan verið merkt av svartskygni…av mót- og ráðaloysi…

…og ikki av ongum…

…tí hóast fakfelagsrørslan aldri varð so ryggbrotin í Evropa, sum vestanhavs, eru fakfeløgini kortini…síðan Thatcherárini…viknað… skerd… ikki bara í Bretlandi, men í fleiri øðrum londum við… lóggáva avmarkar verkfals- og annan atgerðarrætt…m.a. við seta bann fyri kravdum limaskapi…umstøðurnar hjá fakfeløgunum at vera samtøk, misnøgdin hjá teimum vanbýttu kann beinast ígjøgnum og gerast til átøk í stríðnum fyri rættvísari korum, eru sostatt  ein skuggi av tí, tær áður vóru…t.d. í hálvfjerðsárunum…

…alt tað sama hevur misnøgdin staðið við og vaksið hesi seinastu árini…og í undantaksførum…móti øllum líkindum… sameinast móti tí politiska miðstættarvaldinum…og nettupp tað hendi í fólkaatkvøðuni um Brexit í tjúgu sekstan…tá lágstættarveljarar í vanskettum valdömum í Norður-Onglandi gjördu munin og tryggjaðu ein lítlan meiriluta fyri at kvetta við ES…

…men bæði eftir og undan Brexit hava ymsir politikarar…oftast skról ytst á høgraveinginum…sæð sær fong í at fáa ein part av misnøgdini hjá teimum vanbýttu politiskt virknan…tað gjørdi Gert Wilders í Hollandi fyrr í ár… Boris Johnson í Bretlandi í tjúgu nítjan…Marine Le Pen í Fraklandi í tjúgu seytjan… …Alexander Gauland í Týsklandi (Alternative für Deutschland) í tjúgu trettan…Silvio Berlusconi í Italia heilt afturi í hálvfemsárunum og fleiri við teimum…

…vestanhavs hevur komandi forsetin roynt somu listir…og tað við lít…

…frá tí hann fyrstu ferð… fyri smáum tíggju árum síðan…gjørdi vart við seg á politiska pallinum, hevur hann akslað fleiri skinn í sínum boðskapi…ella óboðskapi…í somu vendini duga at lofta ta breiðu misnøgdina við miðstættarveldið hjá teimum við lakari…men ikki hopleysum…korum og samstundis lagt onnur verri sett fyri happið…serliga sokallaðar ólógligar tilflytarar…sum tó ikki eru ólógligari enn so, at teir saktans eru til nyttu sum láglønt og rættindaleys arbeiðsmegi í fleiri státum…

…eins og Boris Johnson fær komandi forsetin gagn av eini valskipan, ið stuðlar upp undir tvíflokkaskipan og harafturat er hann partur av einum flokki við breiðari undirtøku millum  trølltrúgvar kjarnuveljarar í valmanstungum státum sum Texas og Florida…

…komandi forsetin hevði tí hvørki tann tvørleikan at dragast við, sum lutfalsval skapar hansara högrasinnaðu líkum…eins og áðurnevndu Gert Wilders og Marine Le Pen t.d…. tíansheldur kravdi hann at byrja á berum… við egnum flokki…

…við eini valluttøku á forsetavalum vestanhavs um tey fýra trýss prosentini, dugir ein triðingur av samlaðu veljarafjøldini til at vinna og sita við valdinum…ætla vit nú, at kjarnuveljarar hjá republikanska flokkinum gera eini hálvfems prosent av veljaranum hjá komandi forsetanum, var tað í fyrsta lagi  ein upp á seg lítlan part av teirri…í valhöpi annars politiskt óvirknu…ella uppgávulyntu…misnøgdini við miðstættarveldið, hann skuldi at fáa virkna til at vinna á Kamalu Harris…í öðrum lagi mundi hetta eisini vera tað högligari hjá honum, sum alt nú lá fyri í dýrtíðarkjalarvörrinum eftir krónufarsóttina…

…hitt afturímóti var honum longu givið…tað kristiliga afturhaldið í miðstátunum…tað fólkið, sum kennir seg… og sín tjóðarstoltleika… vanbýttan av umhvørvisatlitum…javnstøðu millum kynini…LGTB+ …og yvirhøvur øllum í frælslyndis nánd…tað fólkið, sum í ramasta álvara trýr Guð hava latið illamann skapa útheimin oman á jørðina… deyðan í sínum misgerðum og syndum…

…men hvat er so væntandi næstu árini…?...

…leygardagin skrivaði The Guardian, at annað valdaskeiðið hjá komandi forsetanum fór at vera í keisaraligum anda…hvat tað so merkir…

…íðan ilt eisini at vita, hvat komandi forsetin og hansara fólk hava í kvittanum…valstríðið hjá teimum líktist einahelst eini grýluveitslu av merkingarloysi…men uppi í øllum mynd- og orðagyklinum skiltist kortini, at tey ætla at leggja toll á innfluttar vørur, so títt og knapt tey í januar hava tikið við í Hvítu Húsunum… og bara gud veit, um tað eisini verður galdandi fyri laks og annan fisk…

…somuleiðis er greitt, at tey hava lítlan hug at stuðla Ukraina móti russiska yvirganginum og heldur vilja fáa frið í lag upp á treytir, sum gagnast kremlinginum yviri í Moskva…

…í Miðeystri fer fólkamorðið í Gasa helst at halda fram við teirra vælsignilsi og ikki takandi fyri at birt verður undir opið kríggj við Iran…

…og valla fara tey longu spentu viðurskiftini við Kina at linna heldur…

…men sum sagt…bert eitt vist í hesum døgum…og tað er óvissan…

…ella líka veit eg…íspegilin hevur hug at vinklað hetta eitt sindur øðrvísi og limraði soleiðis í morgun…:…

So ampast vit aftur miðstættarmøk,

Miðlaða verðin fær krampatøk,

Nú klovnur tók slotti,

Og krýndist av mátti,

Sum kongar javnar við hvirlubløk,

Sum kongar javnar við kallmansgess,

men konufólk við tað hjartar-ess,

Ið bert upp á klov

Onkutíð fær lov,

Eyðmjúkt at setast í skynvaldssess,

Eyðmjúkt at setast við sannvalds lið,

sita sum kom tað sær einki við,

hvat skeivt ella rætt

seg skapar so satt,

at so skaft ger Harrum ævigan frið.

…annars…gott býráðsval…eina framhaldandi góða viku…

Carl Jóhan Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo