Endabresturin í valstríðnum í Tórshavnar kommunu er í kvøld í nýggju høllini í Kaldbak.
Umboð fyri allar flokkar og listar eru við á fundinum við nøkrum av teimum fremstu valevnunum.
Kaldbaks kommuna legði saman við høvuðsstaðarkommununi í 1974 við endaligum gildi í 1976.
Tá búði á Sundi, í Kaldbaksbotni og í Kaldbak undir 100 fólk, men í dag búgva um 250 fólk í teimum trimum bygdaløgunum við fjørðin.
Fundurin er almennur og byrjar klokkan 19.00 í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo