Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag er seinasti arbeiðsdagur hjá Martin V. Heinesen í Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða

Mortan Mortensen, sum hevur tikið upp nakrar av allarfagrastu upptøkunum, hevur lagt eina av teimum út av Vágsbjørgunum, sum hann kallar: Mjørka tsunami

Á Høgareyni vóru 15 hitastig tíðliga í morgun, sum var tað heitasta í landinum

Elinborg útgevur í dag eitt dupult staklag, og eitt sjónbandalag. Løgini bera heitini ‘’Byrjan’’ og ‘’Í Verju tíni’’, og snúgva seg um ósunnan kærleika

- Isak Thorsen skrivað ein kapitul um donsku Sengekant-filmarnar í Grønlandi, og spyr, um teir eisini hava verið vístir í Føroyum. Hóast lotur, er mítt svar eitt rungandi ja

Tað tykist sum prísurin á málningum er hækkaður sera nógv seinastu árini. Í síðstu viku bleiv ein lítil akvarell eftir Mikines seld fyri slakar 100.000 kr.

Bókaframløga: Ímillum Sokrates, Jesus og Mohammed - ein søga um sensur

Leygardagin 10. juni var Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í Saltangará og handaði prógv til næmingar á Rásini

Nú er endaspurtur á universitetsútbúgvingunum hjá mongum á Setrinum, og arbeiðsmarknaðurin kann gleða seg til aftur at fáa feska og vælútbúna arbeiðsmegi

Bretska Wendy Mitchell skrivar í dag í altjóða filmstíðarritinum Screen Daily um nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá, The Last Paradise on Earth, sum í hesum døgum og fram til 30. juni verður tikin upp í Hvalba

Fleiri fáa sær ein steðg frá smarttelefonini og sosialum miðlum og fáa sær eina gamla telefon

Fishfacts bjóðar inn til almenna framløgu av frágreiðing

Ein óliðugur John Lennon-sangur frá 1978 verður støðið undir eini nýggjari Beatles-útgávu, sum verður útgivin í ár

18. juni eru 30 ár liðin, síðani ljósfylti bygningurin, sum í dag húsar fasta savninum hjá Listasavni Føroya, varð vígdur

Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og kommunurnar í Vágum um kvøldskúlaundirvísingina í føroyskum sum annaðmál er fyrimyndarligt og riggar avbera væl

Seinnapartin í gjár var lítið hátíðarhald í posthúskjallaranum, har Kári Vilhelmsen og Jógvan Dam hátíðarhildu 25 ára starvsdagar

Her eru nakrar myndir frá hesum serliga góða sóldegnum í Føroyum

Seinnapartin stóð Turid Hermannsdóttir væl og virðiliga sína ph.d.-verju á Setrinum við ritgerð síni um m.a. reproduktivar royndir í avmarkandi politiska umhvørvinum viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum

Veðrið er av tí allarbesta og fleiri skúlar og barnagarðar nýta høvið at fara ein túr í býin. Fleiri hava vitjað inn á Ráðhúsið og í býráðssalin í morgu

- Myndugleikarnir eru settir at tæna okkum øllum. Minsta krav er, at teir lurta og fyrisita rætt, segði formaður Føroya Lærarafelags á ársaðalfundinum hjá felagnum

Liggjandi góðveður hevur eyðkent okkara annars so óstøðuga veðurlag. Og komandi vikuna heldur tað eftir øllum at døma fram

Í dag hevur stóra finalan í talentkappingini, sum Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur skipað fyri, verið hildin á ovara vølli í Gundadali

- Ein heimstjørna kemur aftur! Hansara konsert á Voxbotn í 2016 var møguliga ein av bestu konsertunum sum hava verið á Voxbotn, og tí máttu vit aftur í ár fáa hann við

Sjeynda studioútgávan hjá 200, REYVHEART, kemur eftir ætlan út seinni í mánaðinum. Og í dag eru komin út tvey stakløg afturat á talgildu stroymingartænasturnar

Tónleikarin Peter Belli er deyður. Tað váttar plátufelagið Target Records fyri TV 2

Marius DC gevur í dag staklagið Feira, ein heilsan til øll okkum, ið hava okkurt at feira í hesum døgum

Tjóðsavnið skipar fyri almennum fyrilestri við amerikanska granskaranum Russell Fielding um mentan og siðvenjur í sambandi við grind í karibiska St. Vincent & Grenadines og í Føroyum

- Bólkurin hevur útvið 20 ár á baki og løgini hava fingið fastatøku í føroyska tónleikahválvinum. Tað er nærum ongin veitsla uttan stuttligu og freku sangirnar hjá Páll Finnur Páll og er bólkurin kendur fyri, at hava fangandi og skemtandi løg

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther hevur lokið útbúgvingina sum ákæri. Hon var til endaliga rættarmálsroynd 2. juni

- Norska duoin Nagirčalmmiid spælir á G! í ár umboðandi Tróndheim Calling

- Á trappuni hjá Lenu, Medistari í Karry, Húsabrekkublues, 1001 nátt... Vágasoundið er serligt! Og tað mugu vit sjálvsagt hava við á OY Voxbotn 2023

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur sett Magnus Reimar í Króki í starvið sum fyrstalærari í Kaldbaks skúla

Hóskvøldið 08. juni kl. 19.30 ferð Sissal Kj. Kristiansen at halda fyrilestur undir heitinum: Ull-Binding-Mentan-Samleiki

 

- Samanborið við skúlar uttanlands hava handaligu og listaligu lærugreinirnar í Føroyum ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti

- Jada, ið skuldi spæla á G! í ár, er við barn, og varð í síðstu viku innløgd við komplikatiónum. Hetta hevur við sær, at hon í dag hevur boðað frá, at hon verður noydd at avlýsa allar konsertir uttanlands í summar

- Rapp hevur veruliga fingið fastatøkur í Føroyum og er tað betri umtókt enn nakrantíð

Nýggj kanning: Talið av næmingum, sum ikki íðka, er vaksið frá 12% til 19%. Talið av næmingum, sum kenna seg bundnan av skíggjanýtslu er vaksið frá 51% til 63%

Hetta verður ein syngið við løta av teimum heilt góðu, tá hesir báðir fara á pall, mitt í býnum í Havn

- Í dag, 6. juni, fyllir Jónsvein Meinhardsson Jensen 80 ár

G! leggur í dag seks nýggj növn afturat síni frammanundan umfatandi skrá

Í dag er tjóðardagur í Svøríki og eru tað 500 ár síðani at Gustav Vasa gjørdist kongur. Eisini Carl Gustaf kongur hátíðarheldur. Hann hevur sitið 50 ár á trónuni

„Orð úr Orðinum“ er bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hildið síðstu mongu árini, hann hevur vitjað heima í Føroyum

Mikukvøldið 7. juni 2023 kl. 19:00 verður tiltak viðvíkjandi føroyskum dansi í skúlanum í Leirvík. Á skránni verður forkunnug frumsýning av sending um føroyskan dans og føroysk dansispøl í Eysturoynni

- Tey flestu kenna okkurt lag hjá háaktuellu Herborg Torkilsdóttir, sum veruliga hevur dominerað føroyska tónleikapallin seinastu árini

Viaplay hevur gjørt dokumentar um stjørnukokkin Poul Andrias Ziska og ferðina úr Føroyum til Ilimanaq við matstovuni

Føroyar hava fingið fagrasta summarveður og henda myndin er tikin fyri løtu síðani yvir høvuðsstaðin

- Tey við forrættindum stóra ábyrgd hava, at veita rættindi til fólk, tey ynskja at undirkava

Í samstarvi við prestin í Götu, skipar G! í ár fyri kirkjukonsertum í Götu kirkju. Vit bjóða tríggjar konsertir við Klingru, Gabriel Gold og Yann Tiersen

Tað segði borgarstjórin, tá hann setti Musikkfestivalin 2023. Hann segði, at tað var so lívsjáttandi og á ein hátt ein uppfylling av so mongum av teimum dreymum, vit hava havt um musikkskúlavirksemi yvirhøvur

Góða veðrið hesa farnu vikuna heldur sær í alla næstu viku eisini