Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Demokratia: Á kommunuvalinum í 2020 kom kvinnuumboðanin upp á 36 prosent. Hetta var ein bati, men dylur eisini tað sannroynd, at ymsastaðni í landinum stendur munandi verri til enn so; eitt nú í tveimum av størru kommunum í landinum. Í Sunda kommunu, har 11 fólk sita í kommunustýrinum, er bara ein kvinna. Í Sjóvar kommunu, har 7 fólk sita í kommunustýrinum, er eingin kvinna.

Í eini roynd at økja um kvinnuumboðanina til komandi kommunuval, hava kvinnur í Sunda kommunu og Sjóvar kommunu tikið stig til kvinnulista. Og eins og áður hevur kvinnulistin verið eitt munagott amboð, tá tað snýr seg um javnstøðu í uppstilling.

Kvinnulistin Í Sunda kommunu telur 8 valevni. Hetta fær talið á uppstillaðum kvinnum upp á 10, sum er helvtin av teimum 20 valevnunum í Sunda kommunu. Til samanberingar vóru bara 5 av 24 valevnum kvinnur á seinasta kommunuvali. Sostatt er kvinnuumboðanin í uppstillingini vaksin úr 20 prosentum í 50 prosent frá seinasta kommunuvali.

Kvinnulistin í Sjóvar kommunu fevnir um allar uppstillaðu kvinnurnar har, sum eru 9 í tali, sum er at kalla helvtin av teimum 19, sum stilla upp í Sjóvar kommunu.

Við javnstøðu í uppstilling í bæði Sunda kommunu og Sjóvar kommunu eru útlitini góð. Kvinnulistarnir hava syrgt fyri, at eins nógvar kvinnur og menn eru at velja í. Eftir er, at veljarin finnur sær ta røttu kvinnuna at umboða seg komandi fýra árini.

Amboðið, sum munar
Søguliga hava kvinnulistar verið eitt munagott amboð fyri at bøta um kvinnuumboðan. Í Føroyum, eins og í grannalondunum, er stórt og miðvíst arbeiði gjørt til frama fyri at styrkja kvinnupartin í politikki og fyri at halda kvinnustríðnum á lívi. Fyrsta kvinnulista í Føroyum tók Kvinnufelagið í Havn stig til í 1956, og tá fingu tær eina kvinnu valda í býráðið.

Ikki minst í 1970’unum og 1980’unum settu kvinnurnar føtur í spenni í eitt nú Norra og Íslandi, tá stig av fyrstan tíð varð tikið til valevnislistar við kvinnum burturav. Í Føroyum eiga kvinnulistar sín stóra lut í teirri kynsumboðan, sum vit hava í kommunum í Føroyum í dag. Serliga gott kom burturúr í 1988, tá talið av kvinnum í kommunustýrum vaks frá 14 til 33. Hetta var orsakað av, at kvinnulistar vóru í heili sjey kommunum. Og triðja hvør kvinna, sum varð vald í 1988, var á kvinnulista. Harumframt hava kvinnulistarnir í 1970’unum og 1980’unum óbeinleiðis ført til, at hinir flokkarnir hava gjørt meira fyri at fáa kvinnur á listarnar og valdar.

Vit kunnu skriva valsøgu
Nú hava vit ein søguligan møguleika at fáa javnstøðu á einum kommunuvali fyri fyrstu ferð. Á valevnislistunum kring landið eru 337 menn og 219 kvinnur. Hetta vil siga, at kvinnur umboða 39,4 prosent av øllum valevnunum í sambandi við kommunuvalið 2024. Hetta er ikki meira enn eina tonn uttan fyri minstamarkið fyri javnstøðu á 60/40.

Ongantíð áður hava fleiri kvinnur stillað upp á einum politiskum vali í Føroyum. Ongantíð áður hevur veljarin havt so góðan møguleika at finna ta røttu kvinnuna at umboða seg.

Vit eru so nær við at røkka málinum, at eingin orsøk er til, at vit ikki megna fulla javnstøðu.

So hví ikki velja eina kvinnu og skriva føroyska valsøgu?

Á heimasíðuni hjá Demokratia liggur yvirlit av kvinnunum, sum bjóða seg fram til kommunuvalið. Síggj yvirlitið HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo