Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seinnapartin í gjár var hugnaløta á Sambýlinum Oman Hoydalar, tí Jona Vatnsdal og Winnie Múller høvdu 20 og 25 ára starvsdag

- Við bátabrúgvarnar er pláss til umleið 240 bátar. Parkeringspláss eru gjørd til bátarnar, og hvørt pláss hevur eitt nummar

Fróðskapur hevur givið út bókina Hevur føroyskt virðismetandi orðmyndan? Ein kanning av føroysku hjáorðaeftirfestunum -ni, -na og -sta eftir Sonju Winthereig

Í samband við at áhugabólkurin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” hevði 5 ára føðingardag tann 11. juni í ár, verður skipað fyri einum almennum pallborðsfundi mikudagin 25. septembur. kl. 19.00 í Smæruni

Meksikanski filmurin Tótem, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, hevur fingið sjáldsama góð ummæli í altjóða pressu, og vunnið hópin av virðisløninum

Dagfinn Olsen og Kim Hansen sláa seg saman á nýggjum lagi

Vinnuforum 2024 verður fríggjadagin 4. oktober frá kl 13:00 til kl 15:30 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn

Í farnu viku vórðu føroyskir kokkanæmingar, saman við undirvísara í kokkaskúlanum TSK Andras S. Jacobsen í Norra og luttóku í ”Arktisk Mat Festival” í Mosjøen, Norra

Í morgin, hósdagin hin 19. septembur klokkan 12 verður almenn móttøka í sambandi við, at ein nýggjur føroyskur bátur verður navngivin og flotaður

Nú um dagarnar eru tvær ognir til sølu hjá meklaranum Skyn. Onnur er til sølu í Nólsoyar Páls gøtu í miðbýnum í Havn, og hin ognin verður seld í Klaksvík

Nýggjar dagførdar útbúgvingar og smidligari tilboð til teirra, sum hava tørv á tí

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út sermerkta ukrainska myndabók um kríggj. Øll søluinntøkan fer til Reyða Kross Føroya og teirra arbeiði við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum

Í morgun eru máld upp í 19 hitastig norðaliga í landinum

Vísindavøkan er á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum 16. til 23. september. Týskvøldið 17. september kl. 19 verður vitjað á Klaksvíkar Bókasavni

Fokus er sett á Føroyar og føroyskan tónleik, tá ið kendi festivalurin The Great Escape fer av bakkastokki í mai 2025

- Leikluturin hjá Agga bleiv líkasum at orkestrera. Fyrst familjuna. Seinni eisini eitt land. Og síðan alla verðina, ið einki skil er á heldur

Amerikanski rapparin Sean "Diddy" Combs var í gjár handtikin í New York

Í farnu viku fingu lesandi á Fróðskaparsetrið Føroya innlit í virksemi hjá fyritøkum í Eysturoynni

Vísindavøkan fer nú aftur á ferð kring landið. Talan verður um fimm tiltøk, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági í tíðarskeiðinum 16. til 23. septembur

Fyri fyrstu ferð hava brøðurnir Finnur og Thomas Koba arbeitt saman. Úrslitið er heimildarfilmurin "Bass Elvis & Jesus á Mallorka"

Um vikuskitftið var tiltakið Bryggjulaksur í Havn. Tíggju kokkar høvdu sett hugflogið í gongd og gjørt smáar rættir við laksi sum fólk kundu royna ókeypis

CP Føroyar skipar fyri fyrilestri við Kaj Leo Holm Johannesen undir heitinum “Tann ókenda leiðin frá Føroyskum fjøllum og vøllum í rullistóli!!!”

Nú stundar til kommunuval og ringt verður í eystur og vestur at fáa fólk á listarnar. Og enn er góð tíð, áðrenn listarnir skulu latast inn. Men hvat sigur tú ja til? Og hvørja ávirkan kanst tú vænta at fáa í kommunupolitikki?

Tann hoyterrin, sum ikki hevur verið, hann kemur nú Tað verður eisini rættuliga lýtt onkran av døgunum. Her er veðurforsøgnin næstu vikuna

Tað er ikki óvanligt, at veðrarnir fara fyri ein góðan prís, og so var eisini í ár

Mánadagin tann 9. september varð heimildar filmurin um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir ,”Heartist” vístur í fjarskotnu bygdini í Eysturgrønlandi, Kuummiut

Ingrid Møller hevur fernisering í Smiðjuni í Lítluvík næsta fríggjadag

Morguntankar hjá einum bloggara tann fjúrtanda septembur

Bóndahjúnini í Dímun, Jógvan Jón og Eva, avmyndað í egna bryggjarínum, har tey á søguliga garðinum í dag bjóðaðu trý sløg av rabarbuvíni

- Nú tá veðurgudarnir ikki eru við okkum leygardagin, hava fyriskipararnir valt at hava stóra laksatiltakið innandura, so fólk sleppa undan at hugsa um vind og regn, meðan tey njóta góðan og frískan laks

Enn einaferð er kollfirðingurin, Ronnie klárur við einum nýggjum sangi. Sangurin kallast “Vil Ikki Dansa”

- Takk fyri framúr lurting og at gera Dylan atkomuligan á føroyskari plátu

12. november skulu skúlastýrini kring landið mannast av nýggjum. Undirvísingarstýrið hevur uppgávuna at kunna um skúlastýrisvalið og skúlastýrisarbeiðið

Hendingin fór fram á Seigenthaler gongubrúnni í Nashville um somu tíð sum sangarin Jon Bovi tók upp video til sangin «The People's House»

Danski fjøllistamaðurin, Viggo Mortensen (f.1958), ger aftur vart við seg í eini hugtakandi søgu um tvey niðursetufólk á amerikansku heiðini

Fleiri vælumtóktir talkshow-vertir leggja eftir fyrrverandi forsetanum Donald Trump

- Skálaberg hjá Kjølbro og strandfaraskipið Smyril (seinni Dúgvan) hittast á vágni í Klaksvík. Síðutrolarin er ávegis til Spania til upphøggingar

Í gjár varð formlig samstarvsavtala gjørd millum Nám og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya um at menna samstarvið partanna millum

- Í september 1970 sita føroyskir telvarar til háborðs saman við heimselituni á talvolympiadu í Vesturtýsklandi

Tó forðar vantandi limaskapur Føroya í EHEA og Erasmus+ fyri, at Setrið eisini fær fíggjarligu fyrimunirnar, sum hini universitetini fáa í samstarvinum

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið stuðul til nýggja granskingarverkætlan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitkk í Norðuratlantshavi

IRF við nýggjum føroyskum tilfari til børn um umhvørvi og burturkast

 

21. september er Altjóða Alzheimerdagur. Í hesum sambandi verður skipað fyri einum kunningartiltaki í Tórsgøtu frá klokkan 11 til 16

Fríggjkvøldið, 6. sept., vórðu tveir sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði – SKS – heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár

Tað verður køli og onkran dagin eisini nógvur vindur, men sólløtur verða eisini í vikuni sum kemur

Enn sæst okkurt av trýmastraðu skonnartini úr Klaksvík sum strandaði á einum sandrivi útfyri Fleetwood í 1941. Ein lesari hevur sent okkum myndir

Vestmannadagar eru hesa vikuna, og sum vanligt varð heiður latin fyri avrik sum er bygdini at frama

Í dag gevur Holgar Jacobsen nýggja staklagið "Í sólargeisla"

Stór og ókeypis ráðstevna verður leygardagin 14. september í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya um fólkaheilsu og matvøruumhvørvi

Á hugnaligari samkomu á Vinnuháskúlanum í dag, fríggjadagin 06. september, fekk Heini Holm, maskinmeistari prógv handað