Í nýggju bókini "Veðursjúka 2" eftir Una Arge roynir høvuðspersónurin at skilja heimin og tilveruna í tí veðurbarda landinum.
Hann leitar aftur í barndómin, tá tilveran var virkið útilív í ódn sum í logn, og ongin fitisótt gjørdi um seg millum børn og ung.
Hann møtir upp á tingi, har ungar tingkvinnur og eldri tingmenn keglast um veðurlagsátøk, og eygleiðir bøndur mótmæla, at ferðafólk kleyra landið niður.
Brádliga brestur ódn á, og undantaksstøða valdar í landinum. Eftir ódnina liggur so mangt í sori, hús leka í eyri og seyri, og soppur plágar mangan heila.
Hann ger av at fara suðureftir at skriva fyrsta yrkingasavnið, men har er hann um at kódna av hita og uppøstum tíðindum um skógareldar.
"Veðursjúka 2" er sjálvstøðugt framhald av bókini "Veðursjúka", sum kom út í 2023.
Brot úr bókini:
"Sjónvarpið møtti upp í einum stórum almennum bygningi, sum longu var ein gøla, tí hann kostaði tríggjar ferðir so nógv sum upprunaliga ætlað. Nú ódnin var komin til Noregs, seyraðu restirnar av henni niður ígjøgnum tekjuna og inn ímillum rivur við vindeyguni. Ein hugtungur ábyrgdarhavandi frá landsins eftirliti stóð við spann í hond og segði: Hoyr! Meðan upptøkumaðurin og tíðindakvinnan bíðaðu spent, hoyrdist týðiliga, at vatn dryppaði niður í spannina. Hetta var í gongini.
Inni á eini skrivstovu var ein stórur hylur við vindeygað, sum fleyt inn undir fundarborðið, og hvaðani hesin lekin kom, var ikki ilt at gita, helt hann. Vindeygað lak í eyri og seyri, so her skuldi fyritøkan ábyrgdast, sum hevði gjørt arbeiðið. Sjónvarpskvinnan vildi vita, hvussu bygningurin kundi leka minst tríggjar ferðir so nógv sum aðrir bygningar, tá hann var vorðin tríggjar ferðir dýrari enn ætlað. Nú gjørdist eftirlitsmaðurin gronutur. Talan var um ein góðan og væl gjørdan bygning, sum gamaní var vorðin nakað dýrur, men sum fór at koma landinum til góðar í minst eina øld.
Júst í teirri løtu fór hann at finglast við hárið. Sjónvarpskvinnan skilti hetta ikki, men so sá hon, at tað dryppaði undan loftinum í høvdið á eftirlitsmanninum. Hesa margháttligu tilvildina dámdi honum lítið, so hann smoygdi sær skjótt víðari – við upptøkumanninum í hølunum.
Nú yvirgav eftirlitsmaðurin seg heilt, legði alla ábyrgd frá sær og gav landi og veðurlagi skyldina. Í tí veðurbarda holinum, sum oyggjarnar vóru, var ómøguligt at seta krøv um, at tú skuldi kunna ganga turrskøddur ella soppafríur inni í húsum og bygningum. Tað lak allastaðni, tí tað regnaði úr øllum ættum, og tá ringast vildi til, regnaði ikki niðureftir, men upp undir húsatekjur, so vatnið seyraði inn tann vegin."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo