Í norðuramerikanska statinum Kalifornia er ikki óvanligt, at bjarnir gera skaða á bilar. Tá mugu tryggingar ofta punga út, men tá tryggingarfólkini hugdu nærri eftir videoupptøkum av bjarnaálopinum, fóru tey at ivast, um tað veruliga var talan um eina bjørn. Tí tað líktist meira einum fólki, sum var í einum bjarnabúna.
Húsarannsóknir avdúkaðu skjótt ein bjarnabúna, og nú eru fýra fólk handtikin og ákærd fyri tryggingarsvik fyri áleið eina millión krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo