Norski leikstjórin Erik Poppe (f.1960), sum áður hevur gjørt Kongens valg, hevur nú gjørt film um illa lýdda norðmannin Vidkun Quisling (1887-1945).
Rói Patursson fer at innleiða sýningina, sum verður í Filmsfelagnum mikudagin 20. novembur.
Gard B. Eidsvold, vit kenna frá Kraftidioten og Anders Danielsen Lie, vit kenna frá Verdens værste menneske, hava høvuðsleiklutirnar sum ávikavist Vidkun Quisling og presturin Peder Olsen. Í filminum um seinastu dagar Quislings, fáa vit innlit í ein psykologiskan og klaustrofobiskan dyst um sannleika og lygnir, trúgv og ivan.
Hin 8. mai 1945 eru fimm ár liðin síðan týskurin legði Noreg undir seg. Norðmaðurin Vidkun Quisling varð so íðin at hjálpa fíggindanum og ganga honum til handa, at eftirnavnið kom ikki bar í okkara, men eisini í ensku orðabøkurnar. Nú skal landið endurreisast, men fyrst skal seinasti kapitil skrivast. Í einum myrkum fangatippi í Akerhus situr hann, ið hevði svikið størsta lyftið av øllum - Vidkun Quisling. Nú skal hann ábyrgdast fyri egnar gerðir og teir ræðuleikar, sum nazisman elvdi til úti um landið.
Men fyrst skal hann hitta prestin og sálarhirðan, Peder Olsen. Kann prestur, ið sjálvur er merktur av krígnum, hjálpa manninum, ið var hjartavinur Hitlers, og geva honum sálarfrið? Er landasvíkjarin við ótæmdari stórlætisørsku um seg og sína missión í Noregi, førur fyri at angra?
Filmsfelagið 20/11 kl 20:00 Quislings sidste dage (Erik Poppe Noreg 2024 146 min
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo