Hósdagin 14. november kl. 15 verður framløga av bókini Hevur føroyskt virðismetandi orðmyndan? eftir Sonju Winthereig.
Tiltakið verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 22.
Sonja Winthereig fer at greiða frá bókini, sum er høvuðsritgerð hennara í MA-útbúgvingini í Føroyskum.
Aftaná verður kaffi og høvi til prát.
Hendan dagin fæst bókin fyri serprís.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo