Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetur Føroya: Hagstovan hevur leingi víst á døpur tøl um stóru og ungu fráflytingina úr Føroyum, og at bara helvtin av teimum kemur aftur higar. Hetta hevur stórar avleiðinginar bæði sosialt og fíggjarliga.

Nú vísa nýggj tøl frá Hægri Námi á Glasi, at støðan er ring.

Á Markleysari Útbúgving í Norðurlandahúsinum í síðstu viku spurdi Finn Jensen, dekanur, miðnámsskúlanæmingarnar, hvar tey ætlaðu at taka sína hægri útbúgving. Yvir 550 ganga á seinasta ári á miðnámi, og 262 svaraðu spurninginum.

Bara 22 prosent svaraðu, at tey vildu taka sína útbúgving í Føroyum. Restin ætlar sær av landinum, nógv tann størsti parturin til Danmarkar.

Á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum vóru Setrið, Hægri nám, Yrkisdepilin og aðrir føroyskir útbúgvingarstovnar umboðaðir. Har vóru eisini hægri lærustovnar úr mongum øðrum londum.

- Hetta eru sera døpur tøl, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

- Vit hava nógvar góðar útbúgvingar í Føroyum, bæði á Setrinum, á Hægri Námi, Vinnuháskúlanum o.s.v. Men vit síggja væl, hvar skógvurin trýstur mest. Tey útlendsku universitetini dyrgja eftir føroyskum ungum við góðum møguleikum fyri lestrarbýlum, og her eru Føroyar bara ikki kappingarførar. Ung vilja standa á egnum beinum, og tað er spell, at meginparturin av okkara ungu kennir seg noyddan at fara av landinum at gera tað, sigur hann.

Í dag eru politisku flokkarnir á Glasir, har eitt evni til pallborðskjakið júst eru framtíðarmøguleikarnir, sum næmingarnir har hava ella kanska fara at fáa í Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo