Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinnarauppskotið og øll hini trý uppskotini eru útstillað í Múllers Pakkhúsi

”Close” er søgan um tætta vinalagið millum Léo og Rémi í skúlanum og millum blómurnar á akrunum, har teir og foreldrini arbeiða við grøðini

- Á framsýningini eru umleið 30 verk

Í fiktiva filminum um veruligu kvinnuna fylgja vit stílfullu Elisabeth frá jólunum í 1877 og eitt ár fram

Talan er um eina framsýning um seyð og ull og eina um føroysk klæði og siðbundið handverk

Mikudagin 12. apríl sýnir Filmsfelagið nýggja danska filmin Den, der lever stille

Tað eru lokal listafólk – bæði yngri og eldri - sum sýna fram, og talan er um málningar, tekningar, glaslist og aðra tøkni

Marianna Mørkøre, Sigrun Gunnarsdóttir og Beinta á Torkilsheyggi í forhøllini í Havnar Bio mikukvøldið, tá Filmsfelagið skipaði fyri fyrstu føroysku biografsýning av nýggja heimildarfilminum "Heartist"

Tíggju ár eftir globalu suksessina við «Lilyhammer», váttar Netflix nú nýtt sv-drama um norsku alivinnuna, «Salmon Island»

Hetta er heitið á listaframsýning hjá Stellu Zachariassen, sum verður á Hotel Brandan leygardagin í dag frá kl. 15.00 – 20.00

Týsdagin 11. apríl sýnir Filmsfelagið nýggja grønlendska heimildarfilmin Twice Colonized

Heiðrik á Heygum framsýndi í novembur til januar framsýningina, Kjøt í Toronto. Nú er framsýningin komin til Føroya

Mikukvøldið sýnir Filmsfelagið ”Heartist”, sum er nýggi heimildarfilmurin um føroysku listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir (f.1950)

Heðin Mortensen beyð øllum vælkomnum til árligu framsýningina hjá Kvøldskúlanum í Múllers Pakkhúsi og nevndi, at skúlastjórin hevði sagt honum, at fleiri túsund vitjaðu framsýningina í fjør

Árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla varð sett í Múllers Pakkhúsi í Havn kl 15. Framsýningin er opin í dag og í morgin – og sýningin í Kollafirði verður opin mikudagin 29. mars

Á middegi í morgin verður føroyski heimildarfilmurin um Sigruna Gunnarsdóttir, Heartist, sýndur á Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn

Mikudagin sýnir Filmsfelagið danska filmin ”Ustyrlig”, sum er nýggjasti Drekavinnarin á altjóða filmstevnuni í Göteborg í ár

Føroyska animatiónsrøðin The Unreal World of Alda (Tann óveruliga verðin hjá Aldu), sum Tóki Jansson ger, hevur vunnið Kids Kino Industry virðislønina á framløgtingi i Malmø

Sakaris Stórá, sum er kendur fyri vælumtókta spælifilmin Dreymar við havið (2017) og virðislønta stuttfilmin Vetrarmorgun (2013) og fyrsta Geytavinnaran Summarnátt (2012), ferð nú undir upptøkurnar til næsta føroyska spælifilmin

Oscarvirðislønti og tvífaldi Cannesvinnarin Bille August hevur gjørt romantiska filmin ”Kysset” við støði í søguni hjá eysturríkska Stefan Zweig ”Ungeduld des Herzen” frá 1939

Nítjan ára gamli Tóki Jansson, sum hevur gjørt fyrstu føroysku teknifilmsrøð til børn, skal nú á størstu pitchkappingarstøð fyri børn og ung

Aftur í ár er talan um eitt bland av nýggjum og royndum listakvinnum. Jana Johansdóttir, Silja Eystberg, Helena Dam og Rannvá Holm Mortensen hava hvør í sær sítt egna sterka listarliga úttrykk

Hilmar J. Højgaard hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík 3. – 7. mars 2023

Disney filmurin Peter Pan & Wendy er upptikin í Føroyum, har upptøkur eru gjørdar í Mykinesi, við Trælanípuna og Risan og Kellingina. Sí trailaran her

Filmurin fær heimsfrumsýning á viðurkenda filmsfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn tann 19. mars

- Í samstarvi við Femifagnaðin 2023 sýna vit 1. mars hin listarliga amerikanska heimildarfilmin ”All the Beauty and the Bloodshed”, ið er um kompromileysa fotografin Nan Goldin

Føroyskur hópur av leikstjórum, framleiðarum og filmsfakfólkum hevur seinastu dagararnar verið á stóru filmstevnuni Berlinale 2023 í Berlin

Í filminum fylgja vit Mariu (Sofie Torp), sum treyðugt vil flyta úr Keypmannahavn, tá makin Rasmus (Thomas Hwan) fær arbeiði á Velling Højskole

Amerikanska Hollywood-stjørnan Raquel Welch er deyð aftaná stutt tíðarskeið við sjúkui. Tað skrivar AFP

Framsýning av handarbeið, mótashow, café og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya týsdagin 14. februar

Aftersun, sum verður vístur mikukvøldið, er fyrsti filmur hjá 35 ára gomlu skotsku Charlotte Wells, sum hevur lisið film í New York

Vár B. Samuelsen hevur gjørt fingeraðu altartalvuna í tríningum, triptykon, sum er fremst fyri í høvuðsrúminum í Listaskálanum

Mikudagin vísir Filmsfelagið svenska Cannesvinnaran í fjør og Oscaruppskotið í ár A Boy From Heaven

Í døgunum 1. – 20. februar verður framsýning í Ribarhús í Fuglafirði við listamanninum Jacob Fuglø, Hvalvík

Tilsamans komu 28.197 gestir á gátt, og av hesum vóru nærum helvtin føroysk vaksin og børn

Freskan í durinum á Føroya Fólkaháskúla er eitt høvuðsverk í føroyskari listasøgu

Serframsýningin BROT, sum í løtuni er at uppliva á Listasavni Føroya, kann síggjast til og við mánadagin 16. januar

Leygardagin er Bárður DC í Gallarí Havnará, har hann letur upp eina framsýning við nýggjum listaverkum. Ferniseringin er frá klokkan 16

- Hóast biografstøðan í landinum er so trongd, at vit nú bara hava ein av slagnum, sum vísir film á handilsligum støði, Havnar Bio, so komu nógvir filmar á føroyska marknaðin

Við á framsýningini eru umleið 20 málningar

Sunnudagin 11. desember letur upp listaframsýning við Tróndur Patursson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Í morgin kl. 14 letur upp málningaframsýning hjá Regin Jørgensen í Williamsstovu í Havn

Myndevnini á framsýningini eru frá Tórshavn. Teir umleið 40 málningarnir, stórir og smáir, lýsa høvuðsstaðin á ymsan hátt. Herumframt eru náttúrumyndevni málaði á pappír

Berdreymi er fyrri av tveimum nýggjum íslendskum filmum, sum Filmsfelagið vísir teir komandi tveir mikudagarnar. Hin seinni er Volaða land

Týska Maria Schrader hevur nú gjørt film um kvinnuligu journalistarnar á New York Times, Megan Twohey og Jodi Kantor, sum skrivaðu søgurnar, ið elvdu til #MeToo-rørsluna

Birgit Kirke og Lív Ejdesgaard fáa báðar íblástur úr føroysku náttúruni, men lýsa hana á ógvuliga ymiskan hátt bæði í liti og formi við sínum myndum

Fleirfalt virðislønti filmurin hjá norska Joachim Trier, Verdens verste menneske, er um hina ungu Juliu (Renate Reinsve), og ynski hennara um sanna kærleikan og besta arbeiðið

- Í samstarvi við Filmsfelagið er Saltbio farið undir regluligar sýningar mikukvøld og hóskvøld. Fyrsti filmur var Cannesvinnarin hjá Ruben Östlund Triangle of Sadness, sum varð vístur í Saltbio í gjárkvøldið

Soleiðis nevnir Høgni Mohr nýggja heimildarfilmin ‘Starin í Stovuni’. Framleiðslan er umbiðin av Runavíkar kommunu

Nobelvinnarin í bókmentum í ár, 82 ára gamla Annie Ernaux, skrivaði í 2000 sjálvævisøguligu bókina L’événement, Hendingin, sum er um ólógliga fosturtøku í 1963