Hesaferð á Fredericia Art Festival á væl kenda Galleri Sct. Gertrud sum Kurt Svendsen eigur.
Birgit Kirke og Lív Ejdesgaard fáa báðar íblástur úr føroysku náttúruni, men lýsa hana á ógvuliga ymiskan hátt bæði í liti og formi við sínum myndum.
Seinastu árini hava tær báðar luttikið á fleiri stórum listaframsýningum bæði her og uttanlands m.a. í Føroyum, Danmark, Íslandi, Grønlandi, Noreg, Svøríki, Finlandi, Italia, Bulgaria, Suðurkorea og Kanada.
Fredericia Art Festival er ein heilt øðrvísi og eksklusiv listamessa, har tú kanst uppliva alt frá listagongu, filmslist, fyrilestrum, tónleiki til listaframsýningar.
Listamessan er opin frá 11. - 13. november 2022 kl. 10 - 16.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo