Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Soleiðis nevnir Høgni Mohr nýggja heimildarfilmin ‘Starin í Stovuni’. Framleiðslan er umbiðin av Runavíkar kommunu og sum í stuttum er ein heilmildarfilmur, ið m.a. skal lýsa umbótanararbeiðið hjá Ólavstovu í Funningi.

Høgni Mohr, sum hevði fingið eitt serligt tilknýti til bygdina, eftir at hann búleikaðist har fyri smáum fýra árum síðan, varð spurdur, um hann kundi átaka sær uppgávu, at framleiða ein heimildarfilm um Ólvustovu. Hann fekk fríar teymar, og átók sær at fara í holt við hetta saman við m.a. Kringvarpi Føroya, sum fer at sýna kykmyndina seinri í ár. Í ”Starin í stovuni” ger Jógvan J. Højsted, sambært Høgna, eina roynd ikki bert at lýsa sítt lív, men um sjálvt lívið.

Almenna sýningarnar verða sunnudagin 6. november ávíkavist kl. 15:00 og 17:00 og er í tíðarmáli ein drúgvan hálvan tíma til longdar. Sýningin er ókeypis og ikki er neyðugt at bíleggja pláss áðrenn.

Filmssýningin er ein partur av Býarskáanum í Runavík, sum verður vikuskifti 5. og 6. november.

Meira er at lesa um skránna fyri Býarskáan á visitrunavík.fo .

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo