Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: ”Close” er søgan um tætta vinalagið millum Léo og Rémi í skúlanum og millum blómurnar á akrunum, har teir og foreldrini arbeiða við grøðini.

Hóast vøkru filmisku frásøgukynstrini hjá kenda belgiska leikstjóranum Lukas Dhont (f.1991), fær tað ræðuligar fylgjur, tá floksfelagarnir úr skúlanum vinna teimum báðum neisir.

Lukas Dhont, sum fyrr hevur gjørt stílfulla transgender filmin ”Girl”, fekk fyri nýggjasta filmin, ”Close”, stóru Grand Prix virðislønina hjá dómsnevndini í Cannes í fjør, har 75 av heimsins fremst ummælarum valdu filmin at verða hin besta í allari skránni.

”Close”, sum var í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur, vann í heimlandinum fimm Magritte virðislønir, m.a. sum besti flamski filmur og belgisku André Cavens ummælaravirðislønina. Í Haugesund valdu norskir ummælarar ”Close” at vera hin besta, eins og í Haifa í Ísrael og í Key West, har hann vann LGBTQ virðislønina sum besti filmur.

Internet Movie Data base sigur um intensa belgiska filmin: - The intense friendship between two thirteen-year old boys Leo and Remi suddenly gets disrupted. Struggling to understand what has happened, Léo approaches Sophie, Rémi's mother. "Close" is a film about friendship and responsibility.

FILMSFELAGIÐ: 26/4 kl 20:00 Close (Lukas Dohnt Belgia 2022 105 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo