Tórshavnar kommuna: Árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla varð sett í Múllers Pakkhúsi í Havn kl 15. Framsýningin er opin í dag og í morgin – og sýningin í Kollafirði verður opin mikudagin 29. mars.
Á framsýningini verða prýði og lutir sýnd fram, sum luttakarar á skeiðum hjá Tórshavnar Kvøldskúla hava evnað til og gjørt í vetur. Eisini verður eitt fýramannafar sýnt fram.
Sí skránna fyri nærri kunning um framsýningina á kvoldskulin.fo
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo