Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýning í Reinsarínum, sum er sett upp í sambandi við drotningavitjanina, er opin fyri almenninginum í dag millum kl 13 og 18

Sunnudagin 5. juni lat upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Til ferniseringina vóru møtt rættuliga fitt av gestum

Fríggjadagin 10. juni kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy upp í Galerie Focus. Vinmaðurin, tónleikarin og tónasmiðjurin, Holgar Jacobsen kemur at undirhalda við gittara og sangi

Sunnudagin 5. juni letur upp framsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og fer Hilmar Høgenni, formaður í Listafelag Føroya at røða

Mentanarnáttina ber til at síggja myndir eftir William Heinesen í Smiðjuni í Lítluvík

Framsýningin Sjá tú blánar letur upp mentanarnáttina klokkan 17

Thyge Risvig, danskur listamaður, stillar út í Ribarhúsi, frá 6. juni til 19. juni

Í dag hósdagin kl 16 letur framsýningin "Tórshavn frá 1000 til 1909" upp á Býarbókasavninum. Borgarstjórin var sjálvur við at hongja bannaran upp í gjár

- Tað var fyri filmin I, Daniel Blake, at 79 ára gamli bretski Ken Loach í kvøld vann Gylta Pálman á 69. filmstevnuni í Cannes

Skotski Mike Day skrivar í dag, at avtala er fingin um frumsýning í Edinburgh av filminum The Islands and the Whales, sum hann hevur gjørt í Føroyum seinastu fimm árini

Anker Mortensen (f. 1961) er eitt av týdningarmestu nøvnunum í sínum ættarliði og telist millum tey bestu í føroyskari list

Ein serframsýning um Koltur er latin upp á Tjóðsavninum

- Filmurin varð gjørdur stutt eftir fyrsta árið á film.factory í Sarajevo, Bosnia & Hersegovina. Umframt at viðgera evnini skilnað og samleika, er filmurin ein roynd at arbeiða við eginleikunum tíð og rúm í filmi

Mikukvøldið 18. mai fer Anton Petersen at introdusera og vísa filmin Balada í Filmsfelagnum. Sýningar felagsins eru í Havnar Bio

Í døgunum 24. – 28. mai fáa føroyingar eitt serstakt høvi at uppliva tað allarbesta av norðurlendskum sjónleik, tá 16 viðurkendir og virðisløntir leikir verða sýndir í Føroyum

Fríggjadagin 13. mai 2016 kl. 16.00 letur upp listaframsýning við Kára Svensson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

- He’s one to watch, sigur ummælarin Jordan M. Smith eftir at hava sæð nýggja grindafilmin The Islands And The Whales, sum Mike Day hevur gjørt í Føroyum seinastu fimm árini

Tað var borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum beyð vælkomin til stórfingnu listaframsýningina hjá Joel Cole í Fabrikkini hjá Østrøm

Tað er listamaðurin Bjarne Werner Sørensen, sum hevur framsýning í Listahøllini við málningum, grafikki og fotomyndum

Hvat land er betri egnað til lendisakfør enn Føroyar? Tú kanst síggja hesi hentu amboðini á eini framsýning sum er í Mykinesgøtu í Havn

Væl vandir hundar og villar dunnur verða á skránni hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio í summar

Danska biografsavnið, Biografmuseet, hevur hitt svenska Sebastian Rosacker úr Malmö, sum er heilt burtur í ”Doktor Zivago”. Síðani 1968 hevur hann sæð filmin 200 ferðir

Dwayne Johnson hevur avdúkað tíðindini um at Pamela Anderson ger comeback í tí nýggja Baywatch-filminum

Seinastu 2 vikurnar hevur Losjan verið stúgvandi full av fólki til heili 15 sýningar av leikinum ‘Renn fyri vívinum’

Sunnudagin 1.mai kl. 16.00 vísir Norðurlandahúsið filmin Inuit

- Verkini eru miðdepilin í framsýningini, og tey hava fingið gott pláss at anda í. Her eru ongar fortreytir, einki tema, alt er so opið sum gjørligt

Almannaverkið hevur sett upp eina fasta framsýning við hjálpartólum, har fólk hvønn týsdag millum 13 og 15 kunnu royna hjálpartólini saman við einum terapeuti

Fríggjadagin 15. apríl 2016 letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

- Tá vit herfyri vístu kristna amerikanska filmin Heaven is for Real, varð hann í áskoðaratali størri enn James Bond, sum tá var aktuellur, sigur Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio

Einir 30-35 statistar luttóku, umframt framleiðsluliðið, sum fyri størsta partin eru næmingar á sama filmsskúla, sum instruktørurin á "Ramblers", Hanus Johannessen, gongur á

Sjónleikararnir venja av fullum alvi til frumframførsluna av skemtileikinum “Renn fyri vívinum”, sum fer at ganga í Losjuni við Gøtugjógv komandi tíðina

Hon var djúpt forelskað í filmstjørnuni John Cazale. Sambandið var tætt og brennandi. Men tá hann gjørdist álvarsama sjúkur av krabbameini í 1977, fekk Meryl Streep ein annan leiklut

Seinastu tíðina hevur ALS havt eina verkætlan fyri arbeiðstøk í Klaksvík. Hetta er ein verkætlan sum er í fimm vikur og endar 8 apríl við einari framsýning av øllum tí, sum er komið burturúr

Frá hósdegnum 31. mars hevur Finleif Mortensen málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Framsýningin hevur heitið “Tað einfalda landslagið og kompositiónir”

- 'Jørðin er eitrað', ið varð frumsýndur á Tjóðpallinum 15. mars, er ein leikur um upplivingar hjá føroyskum krígsveteranum - eitt sjáldsamt, rørandi og sera viðkomandi evni

- Einaferð, fyri áleið 15 árum síðani, ringdi ein listarmaður og spurdi, um eg kundi keypa ein málning ella eitthvørt frá honum. Hann lá fyri at fara til eina basskonsert í Keypmannahavn

Aftur í ár verður Skúlin við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina í Eysturkommunu. Framsýningin letur upp páskadag kl. 16:00 og er opin 2. páskadag eisini

Ein sjónleikafestivalur við spennandi, viðkomandi og virðisløntum norðurlendskum leikum. Alt frá finskum splattaraporno og svenskum klovnasorgarleiki til barnaleikir, Ibsen og Veitsluna

Tað gongst so væl hjá Filmsfelagnum at vísa nýggjar listarliga áhugaverdar filmar í Havnar Bio, at felagið hevur fingið bjóðað, at hava heimsfrumsýning 20. apríl

Nú leygardagin og pálmasunnudag hevur Tórshavnar Kvøldskúli stóra framsýning í Eysturskúlanum. Dyrnar lata upp leygardagin kl 14

Fríggjadagin 11. mars kl. 16 til 18 letur ein framsýning við myndum hjá Eli Smith upp í Galerie Focus

Listaverkini eru litrík og kundu verið málað av fremstu málarunum í landinum. Men verkini eiga børnini í 2. flokki í Spíranum

Steinprent verður henda komandi mánaðin karmur um eina forkunnuga skulpturframsýning. Tað er danski listamaðurin, Erik Heide sum sýnir fram sínar standmyndir úr bronsu, steini og stoypijarni

Leygardagin, 12. mars kl. 16:00 letur Ida Jacobsen upp eina málningaframsýning (fernisering) í Ribarhúsi. Ida býr á Ellis- og røktarheiminum i Runavík, er ættað úr Fuglafirði og er áttati fýra ára gomul

Anna Kathrina Højgaard, fødd úti á Reyni í 1954, letur upp forvitnisliga framsýning við fotomyndum í Mentamálaráðnum mikudagin tann 9. mars kl. 15.00 – 17.00

Saul Útlendingur er okkara eygnavitni úr menniskjaskapta og heilt ítøkiliga helheimi, har avgreiddir kroppar verða nevndir stykki, ið verða roknað saman, so stykkið kann ganga upp. Menniskjað sum gud og djevul í einum

Í ovurmorgin, fríggjadagin 4. mars kl 18, verður SneakBar á Cinemateket, Bio Asta, á Filminstituttinum í Gothergade 55 mitt í Keypmannahavn

Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, fer at introdusera Oscar-virðislønta filmin Spotlight, sum Filmsfelagið vísur mikukvøldið 9. mars kl 20

Eftir besta útlendska filmin, Sonur Saul, sum verður vístur í annaðkvøld, kemur nú hin besti amerikanski filmurin í Filmsfelagið

Red Snow – Ice in Motion letur upp mikudagin 9. mars og er opin fram til 3. apríl