Listasavn Føroya: Serframsýningin BROT, sum í løtuni er at uppliva á Listasavni Føroya, kann síggjast til og við mánadagin 16. januar.
Framsýningin BROT leggur dent á føroyska samtíðarlist í stórum vavi. Listaverkini á framsýningini eru nevniliga fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini. Heitið sipar harumframt eisini til frambrot, nýbrot, og tað at bróta frá siðvenjum.
Listaverkini á framsýningini hava tað í felag, at tey rannsaka nýggj úttrykk, nýggja tøkni, ella nýtt tilfar, og at tann siðbundna, naturalistiska endurgevingin av einum ítøkiligum myndevni er slept. Øðrvísi tilfar so sum byggiskúm, mylar, mjólkarpakkar og mangt annað er at síggja á framsýningini, meðan meira siðbundið tilfar so sum oljumáling og ull verður nýtt á ein hátt, ið víkur frá føroysku siðvenjuni.
Listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru:
Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm.
Les meira um framsýningina á www.art.fo.
Listasavn Føroya hevur opið mánadagar kl. 11 – 16 og hósdag til sunnudag kl. 11 – 16.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo