Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Á kvinnudegnum 8. mars skipar Gallarí Havnará aftur fyri árligu Kvinnudags framsýningini. Gallaríið lat upp tíðliga í fjør, og gjørdi beinanvegin av, at 8. mars skal kvinnulist setast í fokus.

Aftur í ár er talan um eitt bland av nýggjum og royndum listakvinnum. Jana Johansdóttir, Silja Eystberg, Helena Dam og Rannvá Holm Mortensen hava hvør í sær sítt egna sterka listarliga úttrykk.

Framsýningin letur upp 8, mars kl. l 17.00, og er opin 16.00-18.00 fram til 12. mars.

Til ferniseringina fer Armgarð Arge at halda røðu, Ránnva Holm Mortensen fer at lesa egnar yrkingar og Marius Ziska syngur nøkur løg.

Gallarí Havnará er framsýningarhølið, ið heldur til á niðastu hædd í søguligu húsunum har Tórs Cafeteria húsaðist.

Millum plantasjuna og Sjónleikarhúsið og mitt í áartutlinum er hetta lítla gallaríið ein lítil listarlig perla í Havn. Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar á gallarínum.

Tað eru hjúnini Bogi og Jóhanna Andreasen, ið eiga og reka gallaríið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo