BirkBloggur: Marianna Mørkøre, Sigrun Gunnarsdóttir og Beinta á Torkilsheyggi í forhøllini í Havnar Bio mikukvøldið, tá Filmsfelagið skipaði fyri fyrstu føroysku biografsýning av nýggja heimildarfilminum "Heartist."
Filmurin, sum varir ein tíma, lýsir listakvinnuna á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttir.
Tað var útselt í Havnar Bio, sum í dag er einasti biografur í landinum. Havnar Bio sýnir filmin aftur í dag, í morgin og ovurmorgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo