Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Í samstarvi við Femifagnaðin 2023 sýna vit 1. mars hin listarliga amerikanska heimildarfilmin ”All the Beauty and the Bloodshed”, ið er um kompromileysa fotografin Nan Goldin (f.1953). Hon stríðst sum úlvur á skóg móti ríkfólkunum Sackler, ið hon heldur hava ábyrgdina av oyðandi opioid-umfarsóttini, tí tey eiga Purdue Pharma, sum ger OxyContin.

Tróndur Dalsgarð, fotografur, fer at innleiða sýningina.

Filmurin er í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina sum besti heimildarfilmur í ár.

Í fjør fekk hann fyrstu virðisløn sum hin besti í Venezia, hina Gyltu Leyvuna. Tað er aðru ferð í 79 ár at ein heimildarfilmur vinnur hesa virðisløn. Hinvegin er tað triðju ferð á rað, at ein kvinna vinnur fremstu virðisløn í Venezia - Chloé Zhao í 2020 fyri “Nomadland”, Audrey Diwan fyri “Happening” og nú Laura Poitras fyri “All the Beauty and the Bloodshed”. Tá hesin hevur verið vístur, hevur Filmsfelagið víst allar tríggjar.

Nan Goldin bleiv kend sum listarligur fotografur við autentiskum og ofta intimt privatum myndum úr homoseksuellum og transkyndum umhvøri í Boston og New York í sjeyti- og áttatiárunum. Nú sýnir hon fram á kendastu søvnum sum Louvre og Guggenheim, har júst tey ríku Sackler-fólkini stuðla virkseminum.

Við støði í stríðnum hjá Goldin móti savnsfíggjandi kapitalinum lýsir filmurin ein veruligan og oyðandi samfelagstrupulleika. Sackler-húskið og opioid-sóttin hava fyrr verið lýst í røðunum “The Crime of the Century” og “Dopesick”.

Laura Poitras (f.1964), sum hevur gjørt filmin um stríðið hjá fotolistakvinnuni Nan Goldin, fekk í 2014 Oscarvirðislønina fyri ”Citizenfour” (2014), sum var um Edward Snowden.

Filmsfelagið 1/3 All the Beauty and the Bloodshed (Laura Poitras, USA 2022 122 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo