Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Á middegi í morgin verður føroyski heimildarfilmurin um Sigruna Gunnarsdóttir, Heartist, sýndur á Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn. Tað er sum partur av filmstevnuni CPH:DOX, har filmurin varð frumsýndur 19. mars, og nú er við í kappingini um besta norðurlendska heimildarfilm.

Heartist hevur fingið fimm stjørnur í ummæli í fremsta danska filmstíðarritinum, Ekko, har ummælarin lýsir hann sum ”surrealistiske drømmelandskaber indfanges i bedårende smukt portræt af den færøske kunstner Sigrun Gunnarsdóttir.”

Birgir Kruse hevur í ummæli á Birkblog sagt, at ”heimildarfilmurin Heartist er ein skaldaborin og estetiskt gjøgnumførd myndalýsing av listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir, sum býr á Eiði…Heartist er tann føroyski filmur, sum í filmiskum frásøgukynstri kann røkka longst út í verð.”

Tað serstaka í filmin eru animatiónir, sum Katy Beveridge hevur gjørt úr málningunum hjá Sigrun, so teir tykjast livandi.

Í Føroyum verður Heartist frumsýndur almenninginum í Filmsfelagnum, mikudagin 5. apríl, tá Sigrun, og leikstjórarnir Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi fara at greiða frá og svara spurningum úr salinum. Útselt er til hesa føroysku frumsýning. Tí fer Havnar Bio at halda fram at sýna filmin, fyribils fýra ferðir. Umframt Havnar Bio, sum er einasti biografur í landinum, fara Løkshøll og SALT eisini at vísa filmin.

Tað eru Rógvi Per Rasmussen og Jón Hammer, ið hava framleitt fyri KYK Myndir. Filmurin varir 58 minuttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo