Filmsfelagið: Týsdagin 11. apríl sýnir Filmsfelagið nýggja grønlendska heimildarfilmin Twice Colonized.
33 ára gamla Lin Alluna, ið er útbúgvin á Danska Filmskúlanum í 2017, hevur í sjey ár gjørt heimildarfilmin, sum fekk tann sjáldsama heiður, at verða frumsýndur á Sundance Film Festival í januar, og fyri stuttum at verða setanarfilmur á CPH:DOX.
Twice Colonized, sum varir hálvan annan tíma, er ein lýsing av grønlendsku Aaju Peter (f.1960), sum sigur við danska filmstíðarritið Ekko, at "Danskerne skal afkoloniseres!"
Filmurin sigur sjáldsama sterku søguna um sakføraran og mannarættindastríðskvinnuna, Aaju Peter, sum stríðst fyri rættindum hjá inuit í Arktis, og vil hava eitt fast ES-ting fyri upprunafólk.
Tá ein sorgarleikur rakar fólk, ið eru tætt at henni, fer Aaju at leita upp hendingar í egnari fortíð, samstundis sum hon frameftir setir sær fyri at tryggja upprunafólkinum frælsi og fólkaræði.
Men ber tað til, at broyta heimin og samstundis lekja egin sár?
Í filminum Twice Colonized fáa vit innlit í tankar um kolonialismu, sum ikki er av, og í arbeiðið hjá Aaju Peter í Grønlandi, Danmark og nýggja heimlandinum Kanada, har hon nú býr og virkar.
Twice Colonized er fyrsti filmur hjá donsku Lin Alluna.
Blaðstjórin á Sermitsiaq, Dorthe Olsen, hevur peikað á filmin sum serliga týdningarmiklan. Í úrvalsgrein, sum øll kunnu lesa, verður endaði við hesum donsku orðum:
- Hvis kolonihistorien skal have et punktum, så må danskerne anerkende, at der lever grønlændere, som stadig er påvirket af historien. Den danske regering bør ligesom regeringerne i Canada og New Zealand komme med en officiel undskyldning, hvor de anerkender, at fortiden ikke kun har været god. Der er fortsat meget at arbejde for i Europa. Der er hverken et kontor eller et forum for oprindelige folk. Vi er små og ubetydelige hver for sig, men sammen kan vi være stærke, siger Aaju Peter.
FILMSFELAGIÐ: 11/4 Kl 20:00 Twice Colonized (Lin Alluna, Danmark, Grønland, Kanada 2023 92 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo