Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Fleirfalt virðislønti filmurin hjá norska Joachim Trier, Verdens verste menneske, er um hina ungu Juliu (Renate Reinsve), og ynski hennara um sanna kærleikan og besta arbeiðið, ið noyða hana at hyggja nærri eftir sær sjálvari og grunda yvir, hvør hon veruliga er.

Filmurin um Ringasta menniskja í verðini er ein bæði hugtakandi og stuttligur leikur, sum við heitum tónaflogið bjóðar romantiska tankanum um kærleika av, tí hann er so trupul at greiða, kærleikin.

Julia er komin so mikið til árs, at tey flestu, íroknað sjeikurin Aksel (Anders Danielsen Lie), hava á orði, at nú burdi hon fingið sær mann, børn og íbúð.

Men Julia er ikki komin til sættis við lívsins stóru spurningar, tá hon hittir Eivind (Herbert Nordrum), sum opnar nýggjar heimar fyri henni. Kann tað vera, at týdningarmestu avgerðirnar longu eru tiknar, og ikki liggja fyri framman?

Ringasta menniskja í verðini er ein sjálvstøðugur partur av tríparta søguni hjá Joachim Trier, har hann lýsir býin Oslo.

Fyrsti filmur í røðini var Reprise (2006) og síðan kom Oslo, 31. august (2011).

Triði og nýggi filmurin vann virðisløn í Cannes fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut og varð í tveimum førum í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina og BAFTA virðislønina. Í Noregi vann filmurin seks Amanda virðislønir, m.a. sum besti filmur og ”folkets beste film”.

Ringasta menniskja í verðini, sum í 91 førum er í uppskoti at verða virðisløntur, kappaðist eisini um virðislønina sum besti norðurlendski filmur í ár.

Filmsfelagið 16/11 kl 20:00 Ringasta menniskja í verðini (Verdens verste menneske, Joachim Trier Noreg 2021 127 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo