Tjóðsavnið: Fríggjadagin 14. apríl kl. 15 lata tvær nýggjar fastar framsýningar upp í framsýningarhølunum í Brekkutúni 6. Talan er um eina framsýning um seyð og ull og eina um føroysk klæði og siðbundið handverk.
Arbeitt hevur verið eina tíð við hesum framsýningum, og møguleiki hevur verið fyri at sæð ávegis arbeiðið, men nú eru framsýningarnar lidnar og fríggjadagin verða hesar alment tiknar í nýtslu.
SKRÁ:
-
Rannvá Winkler, savnsvørður bjóðar vælkomin
-
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur Ph.d. hevur framløgu um, hvussu ull og arbeiðið við ull sæst aftur í fornfrøðini í Føroyum
-
Kristina Djurhuus Christiansen, fólkalívsfrøðingur hevur framløgu um føroysk klæði og livandi mentan
-
Kaffi og te
Tiltakið er alment og ókeypis og Tjóðsavnið bjóðar ein drekkamunn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo