Páskadag kl.15 letur upp listaframsýning í fimleikahøll skúlans við Gøtugjógv.
Tað eru lokal listafólk – bæði yngri og eldri - sum sýna fram, og talan er um málningar, tekningar, glaslist og aðra tøkni. Fleiri av listafólkunum hava verið við til hesa árligu páskaframsýning í mong ár, men summi sýna nú fram fyri fyrstu ferð.
Listafólkini eru Jens Klæmint Jacobsen, Valborg Jacobsen, Sædis Eilifsdóttir, Tummas Jákup Thomsen, Oluffa Klæmintsdóttir, Jensia Klæmintsdóttir Rasmussen, Eivi Jartrud Holm, Maiken Joensen, Barbara Joensen, Elin Joensen og Pauli Joensen og framsýningin er sera fjølbroytt innihaldsliga við bæði keiputekningum, sci-fi, náttúrumyndir, stillleben og meira afturat.
Framsýningin verður sett í morgin kl.15 og er opin soleiðis:
Páskadag 9. apríl kl.15 – 18
2. páskadag 10. apríl kl.15 -18
Kaffi og kaka er at fáa eins og eitt hugnaligt prát við ymsu listafólkini og vitjandi, siga tey.
Tað er ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo