Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fríggjadagin kl 14 letur Myndafelagið Fokus upp árligu fotoframsýningina í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Fjúrtan av tjúgu limum sýna fram

Mikudagin 7. februar kl 20 vísur Filmsfelagið fleirfaldað virðislønta danska filmin “Vinterbrødre”, sum 32 ára gamli íslendski leikstjórin Hlynur Pálmason hevur gjørt í kálknáminum í Faxe á Sælandi

Sunnudagin 4. februar letur upp ein sera áhugaverd framsýning við verkum eftir Bárður Jákupsson. Hetta er aðru ferð Bárður sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

- Nú er ein treylari farin at ferðast á netinum, sum lýsur fyri nýggja Wim Wenders filminum Submergence

Hillary Clinton fekk nógv uppmerksemið undir handanini av Grammy-virðislønunum í nátt tá ið hon var við í sketsjinum og las úr bókini um Trump, «Fire and Fury»

- Sólin er farin um Kirkjubøreyn og tað er gráur fríggjadagur í Havn. Men bara í túninum, har frostið legst. Tí innandura lýsa tvær kvinnur upp

- Altjóða filmstevnan í Göteborg gongur Norðurlandaráðnum ein skarpan gang

Listin hjá Sigrun Gunnarsdóttir brýtur frá tí, sum vit kenna í føroyskum høpi, bæði í innihaldi og stíli. Málningarnir siga søgur, sum spretta úr lívi og tonkum hennara

Fríggjadagin 26. januar klokkan 15-17 letur Hansina Iversen upp málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini verða myndir framsýndar við felagsheitinum “Portrait of the loved ones”

Samstundis, sum mótavikan í Keypmannahavn byrjar, letur framsýningin HAV upp í Nikolaj Kunsthal í Keypmannahavn

- Fjøllistamaðurin og eldsálin Frits Johannesen hevur altíð verið til reiðar at lyfta, stuðla, eggja og skapa

- Tack för att ni förstod att det var årets bästa svenska film, trots att den är på arabiska, segði filmsframleiðarin Kristina Åberg í Cirkus í Stokkhólmi í kvøld

Tann 29 ára gamla avstralska sjónleikarakvinnan doyði av løstunum tríggjar vikur eftir eina fatala ferðsluvanlukku, har bæði foreldrini og systirin mistu lívið

Føroyski filmurin eftir Sakaris Stórá skal luttaka á størstu filmsstevnuni í Skandinavia, Göteborg Film Festival, í bólkinum Nordic Lights

Sjónvarpsstjørnan Oprah Winfrey gjørdist fyrsta svarta kvinnan sum fekk Cecil B DeMille heiðurslønina undir Golden Globe í nátt. Hoyr hennara fangandi talu sum flýgur runt á netinum og verður fagnað

Klødd í svørtum kom sjónleikarinnan Michelle Williams saman við Taranu Burke til ársins Golden Globe

Meryl Streep, Michelle Williams, Emma Watson og fleiri aðrir kvinnuligir sjónleikarar taka aktivistar við sær til Golden Globe

- Um Filmsfelagið var ein veddingarfyritøka, so hevði felagið satsa allar pengar uppá russiska filmin Loveless hjá fremsta leikstjóranum har í landinum, Andrey Zvyagintsev

Upptøkurnar til krimifilmin «The Irishman» eru byrjaðar, og her ganga Al Pacino (77) og Robert De Niro (74) í The Bronx í New York undir upptøku

Filmurin ’En frygtelig kvinde’ er ein lýsing av "at kvinnan fullkomiliga destruerar mannin"

Komandi fríggjadag, tann 15. desember klokkan 17.00, letur Rutt Mikkelsen málningaframsýning upp í Fornminnishúsinum á Skála

Sunnudagin 10. desembur klokkan 15.30 letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Sámal Toftanes sýnir fram

Avtalað er longu við ísraelsku sendistovuna í Keypmannahavn, at ísraelskir filmsdagar verða aftur næsta ár. Tá verða nýggir filmar úr Ísrael aftur vístir

Sámablóð (Sámi Blood) er besti filmur í Evropa í ár. Tí fær hann LUX virðislønina hjá Evropaparlamentinum

«Salvator Mundi» er heimsins dýrasti málningur nakrantíð, tá ið hann var seldur fyri 450 milliónir dollarar - 2,8 milliardir krónur - á auksjón í New York

Ísraelsku filmsdagarnir í Føroyum byrjaðu í Havnar Bio í gjárkvøldið, tá Annika Olsen, borgarstjóri, setti sýningarnar

19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini, sum Klippfisk skipaði fyri í 48 tímar um vikuskiftið. Dómsnevndin valdi filmin Wunder-Pizza, ið Hanus Johannessen leikstjórnaði, sum vinnara

Britney Spears málaði málningin í sambandi við innsavning til offrini eftir hópdrápini í Las Vegas

- Meðan finski filmurin Little Wing (Selma Vilhunen) vann stóru norðurlendsku virðislønina í Helsinki, varð danski filmurin Charmøren, sum er um ein iranskan flótta í Danmark, kosin hin besti á 59. norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck

Leygardagin 4.november klokkan 15-16 letur ein serstøk listaframsýning upp í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju í sambandi við, at kirkjan hátíðarheldur sín tíggju ára vígsludag

Tvær ferðir hevur filmurin um 100 ára søguna hjá Havnar Arbeiðsmannafelag nú verið vístur fyri fullsettum sali í Havnar Bio. Í Havnar Bio í kvøld vóru fleiri kend andlit og hugdu

Føroyska listakvinnan Lív Ejdesgaard letur upp framsýning á navnframa Gallarínum Sct Gertrud í Møntergade 10 í Keypmannahavn nú leygardagin frá klokkan 13-16

«Star Trek»-leikarin Anthony Rapp sigur Kevin Spacey royndi at noyða seg til kynsligt samband, tá hann var 14 ára gamal. Spacey sigur seg ikki minnast hendingina

Fríggjadagin, tann 27. oktober, kl. 16.00 lata føroyska Birgit Kirke og danska Helle Bang upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Norska Hollywood-sjónleikarinnan Linn Natassia Malthe sigur at stjørnuprodusenturin Harvey Weinstein gjørdi seg inn á seg á einum hotelli í London í 2008

Sunnukvøldið 22. oktober kl. 20 letur ein framsýning upp í Glyvra kirkju. Talan er um eina framsýning við ikonum, ið føroyskar kvinnur hava málað, eitt nú fyri stuttum úti í Mykinesi

Tann 16. januar 2016 vóru 100 ár liðin, síðan Havnar Arbeiðsmannafelag varð stovnað. Í tí sambandi er komin út bók um søguna hjá felagnum, og nú verða høvuðstættirnir í søguni eisini lagdir fram í filmi

- Hetta er breddin á tíðindaskrivinum úr Lübeck. Juliett Nattestad, sum er annar høvuðsleikarin í filminum hjá Sakarisi Stórá "Dreymar við havið", er fremst fyri

Á myndini síggjast frá vinstru Philip Blüdnikow, Maja Tjørnelund Sørensen og Eyal Lampert, sum øll arbeiða á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn. Nú bjóða tey á fyrsta sinni føroyingum at síggja nýggjan ísraelskan film

Tann einasti privati Leonardo da Vinci-málningurin var keyptur fyri 374 krónur í 1958. Nú skal málningurin undir hamaran fyri um 997 milliónir krónur

Leygardagin 14.oktober letur Tóroddur Poulsen upp sína 60 ára føðingardagsframsýning í Steinprenti. Fjøllistamaðurin, sum í 2013 varð heiðraður við stóru mentanarvirðislønini, var fyrst kendur sum yrkjari og síðani sum grafiskur listamaður

- Fjúrtanda altjóða filmstevnan í Reykjavík, Reykjavik International Filmfestival, lakkar móti endanum. Fyrsti filmurin hjá Sakaris Stórá í spælifilmslongd, Dreymar við havið, hevur verið sýndur á festivalinum

Eftir fullsetta sýning við nýggja týska filminum um Stefan Zweig, Vor der Morgenröte, eru Fílmsdagar í Felag av á hesum sinni

Í kvøld enda Filmsdagar í Felag, sum Filmsfelagið hevur skipað fyri í Havnar Bio. Seinasti filmur byrjar klokkan 20:30, tá Knút Olsen fer at innleiða nýggja filmin um Stefan Zweig, ið hevur týska upprunaheitið Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika

- Ein av fyriskiparunum kontaktaði meg á facebook, og spurdi um eg vildi vera við. Tað ljóðaði spennandi, og eg segði ja, sigur Herdis Sandberg Rasmussen, tá ið VP spyr

Teir báðir filmarnir, sum Filmsfelagið sýnir í felag í dag eru hin japanski Eftir illveðrið og hin finski Ljós í myrkri

Vónbjørt Vang, forkvinna í Rithøvundafelagnum, fer í kvøld at innleiða sýningina við filminum ”Tulipanfepur”, sum byggir á skaldsøgu hjá bretsku Deborah Moggach, har leikur fer fram í Amsterdam í 17. øld

Spælifilmurin eftir Sakarisi Stórá “Dreymar við havið” er boðin við í høvuðskappingina New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við 13 filmum úr øllum heiminum. Filmstevnan verður 28 sept til 8 okt

Hósdagin 21. september kl 17 letur Finleif Mortensen upp framsýning við oljumálningum í Smiðjuni í Lítluvík

Mikudagin 20. september kl 20:30 byrja Filmsdagar í Felag