Filmsfelagið: Mikukvøldið sýnir Filmsfelagið ”Corsage”.
Tað er eysturríkska Marie Kreutzer (f.1977), ið hevur skrivað og leikstjórnað ”Corsage”, ið er ein søga um heimsins fyrsta feminist - eysturríksku keisarinnuna Elisabeth Amalie Eugenie, kallað Sissi (1837-1898).
Í fiktiva filminum um veruligu kvinnuna fylgja vit stílfullu Elisabeth frá jólunum í 1877 og eitt ár fram. Fyrimyndarliga stílikonið fyllir fjøruti, og fer at hugsa um, hvussu fólk munnu fata seg, unga ella gamla. ”She starts trying to maintain her public image”, sum Internet Movie Data Base so turrisliga sigur.
Meðan hon spennir korsettið, sær Elisabeth seg innibyrgda og niðurgjørda til einki annað enn kransakøkufigurin, sum tað almenna setur á borðið, tá móttøkur eru. Nú fer hon egnar leiðir at skapa sær eitt annað eftirmæli í søgubókunum. Undir heitinum “Corsage” roynir hon at berja seg út úr avmarkandi leiklutinum, sum samtíðin setur henni.
Fleirfalt virðislønta Vicky Krieps (f.1983), sum vit sóu í ”Bergman Island”, hevur høvuðsleiklutin sum feministurin Elisabeth. Fyri avrikið fekk hon Un Certain Regard virðislønina í Cannes og bestu leikaravirðisløn á European Film Awards. Eysturríkski filmurin fekk eisini tríggjar Diagonal virðislønir í heimlandinum og varð kosin besti filmur á London Film Festival í fjør.
Rithøvundar hava gjørt nógv burturúr vøkru Sissi úr Eysturríki, sum eisini í fleiri førum hevur verið evni í filmi, m.a. við Ava Gardner í leiklutinum sum Sisi í ”Mayerling” í 1968, tá hon spældi saman við Omar Sharif. Í ár er enn ein filmur gjørdur um hana, ”Sisi & Ich” (Frauke Finsterwalder), har hovdaman sigur søguna um Sisi.
FILMSFELAGIÐ: 19/4 kl 20:00 Corsage (Marie Kreutzer Eysturríki 2022 113 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo