Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Listasavn Føroya: 2022 var, á mangan hátt, eitt sera gott og hendingarríkt ár fyri Listasavnið.

Ongantíð áður hava so nógvir føroyingar vitjað savnið sum í 2022. Til samans komu 28.197 gestir á gátt, og av hesum vóru heili 14.777 føroysk vaksin og børn! Til samanberingar vóru 4.914 føroyingar á vitjan á savninum í 2019, árið fyrri Covid-19 farsóttina.

Ferðafólkini eru eisini komin aftur, og í fjør fekk Listasavn Føroya vitjan av ikki minni enn 10.981 útlendskum vaksnum og børnum. Til samanbering var talið av útlendskum vitjandi 6.452 í 2019.

Vit fegnast um stóru framgongdina av vitjanum, og eru sertakliga takksom fyri, at so nógvir føroyingar brúka savnið og síggja eitt so stórt virði í føroyskari list og mentan.

Á Listasavni Føroya gera vit nógv buturúr at vera eitt stað fyri øll. Tí royna vit altíð at skipa okkara virksemi og skipa fyri framsýningum og tiltøkum eftir júst tí. Í fjør var einki undantak. Um várið var framsýning við heitinum “Landslagið í broyting”, har føroyska nátturan var í sjóndeplinum. Vit skipaðu fyri barnatiltøkum; herundir Savnsfagnaðinum, føstulávint-, páska- og jólaklipp og Halloween-haldi. Vit bjóðaðu tónleikaupplivingar í samstarvi við Summartónar og serframsýningarnar Várframsýningina “Fláffy United”, hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk og Ólavsøkuframsýningina hjá Listafelag Føroya.

Í august lat stóra serframsýningin “Brot” upp, ið sýndi fram føroyska samtíðarlist í stórum vavi, og í septembur og oktobur húsaðu vit fyrstu framsýning nakrantíð á einum tjóðarlistasavni, við myndum gjørdar av eftirgjørdum viti, Artificial Intelligence, “/Imagine the Faroe Islands”. Ein framsýning sum serstakliga nógv ung og menn sýndu áhuga. 2022 var eisini árið, har nýtt átak byrjaði á Listasavninum, nevniliga kvøldaropið 1. hóskvøld í hvørjum mánaði, har ymisk evni og innihald vóru á skrá. Størst av øllum hendingunum má tó vera upplatingin av nýggju kafeini, Kafé List, sum lat upp í apríl, og sum hevur givið eyka gleði, gestunum at frama.

Tað er við einum jaligum lyndi og vón, at vit stíga inn í eitt nýtt ár, sum vit gott kunnu avdúka, verður eitt eins hendingarríkt ár, sum tað farna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo