Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit gerast alsamt eldri, samstundis sum vit sum ongantíð fyrr leingjast eftir æviga ungdóminum og gera tað, vit megna, fyri at dylja ellismerkini á likami okkara

Norðurlandahúsið vendir sjóneykuni ímóti Svøríki við pallsettum stórverki eftir Bergman, virðisløntum tónleikarum, undurfullum barnaleiki og lýsandi framsýning o.m.ø

Hvítusunnudag kl. 20 hevur Guðrið Poulsen, listakvinna, listaframsýning í Glyvra kirkju

Summarframsýningin í Steinprenti við verkum hjá: Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Julie Sass og Ian McKeever

20 filmar dystast um Pálman, og BirkBlogg gitir, at russiski filmurin vinnur

Fríggjadagin á Norðoyastevnu kl. 18:00 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík við Anker Mortensen

- Heimi á Sandi í Fuglafirði býr ein fjøllbroytt listakvinna, Sólgerð Andreassen, lærari og skyldkona, skald, tónleikari og listakvinna, sum nú um dagarnar fer at koma út við einari nýggjari bók

Listagluggin skipar fyri forvitnisligari søluframsýning við Føroya størstu listafólkum á Torginum í SMS, 17. - 20. mai

Í morgin, fríggjadagin 5. mai, letur framsýningin "William Heinesen, Myndlistamaður" upp á Listasavni Føroya

Í evstu løtu er svenski filmurin Rutan (The Square) boðin við til høvuðsskránna á filmstevnuni í Cannes. Filmurin byggir á eina veruliga uttandura listaframsýning í Svøríki, sum leikstjórin fyrr hevur lýst í stuttfilmi um eitt ætlað bankarán

Saman við Havnar Bio og øðrum úr Havn, fer Filmsfelagið á triðja sinni at skipa fyri Filmsdøgum í Felag 20. - 24. september í ár. Nýtt í ár er barnabio og eldrabio

Tilhaldið í Tórsgøtu hevur nú framsýning av handaligum arbeiði frá vetrinum 2016/17 maskinbinding, veving, horn og beinarbeiði

Amerikanski filmsleikstjórin, sum í 1991 gjørdi kenda og stílskapandi ræðufilmin Silence of the Lambs við Anthony Hopkins og Jodie Foster í høvuðsleiklutunum, er deyður 73 ára gamal

Føroysku listakvinnurnar Lív Ejdesgaard og Rúna Hansen, báðar búsitandi í Esbjerg luttaka á stóru listaframsýningini Art Nordic, sum verður hildin í Lokomotiv Værkstedet við Fiskatorgið í Keypmannahavn komandi vikuskifti

Norðurlendska filmsfelagið, Scanbox, sigur frá, at tey hava tryggjað sær rættin at leiga nýggja filmin hjá Wim Wenders, Submergence, til biografar í Norðurlondum. Frumsýning á okkara leiðum, tað vil siga í Danmark, Føroyum og Grønlandi, er sett til 7. desember

Ein av størstu filmlsleikarun, Jack Nicholson, verður 80 ár í dag. Hóast hann ikki hevur verið sæddur á filmi síðan í 2010, eru fá, ið hava spælt so nógvar høvuðsleiklutir á filmi, sum Jack Nicholson

Í annaðkvøld klokkan 21 føroyska tíð vísur National Geographic dramarøðina "Genius" um flogvitið Albert Einstein, sum elskaði konufólk, og tey elskaðu hann

Burtursæð frá trimum stuttfilmum, er einki norðurlendskt á skránni í Cannes, tá árliga filmstevnan verður hildin í døgunum 17. - 28. mai

The Mummy er ein amerikanskur filmur skrivaður av Jon Spaihts. Frumsýningin verður 9. juni 2017. Í høvuðsleiklutinum eru Tom Cruise, Annabelle Wallis, Sofia Boutella, Jake Johnson, Courtney B. Vance og Russell Crowe

Undir heitinum “Føroyskt vár” lat listaframsýning upp Pálmasunnudag á Gallarí Nørballe í Suðurjyllandi

Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli skipar fyri forkunnugari framsýning í Eysturskúlanum um vikuskiftið. Umframt sjálva framsýningina er tónleikur eisini á skránni

Portraits of the Loved Ones er felagsheitið á fimm innbjóðandi poetiskum málningum hjá Hansinu Iversen, sum hevur fingið heiðursplássið á sjónliga høvuðsvegginum í Listaskálanum á Várframsýningini, sum lat upp í dag

Heimildarfilmur hevur aldri staðið sterkari enn í dag. Biografar, public service rásir og stroymingartænastur sum Netflix varpa aktuellan og avbjóðandi heimildarfilm inn í hvørja stovu, sum er opin og íbundin

Várframsýningin 2017 letur upp í Listasavni Føroya fríggjadagin 7. apríl kl. 16.

Leygardagin 25. Mars 2017 var uppboðssøla av listaverkum, ið lógu eftir Ebbu Hentze, sálu. Nógv fólk vóru komin í Posthúskjallarin í Havn at forvitnast

Hilmar Højgaard í Saltnesi er útbúgvin elektrikari og maskinistur, men hevur seinastu 10 árini arbeitt sum listamálari burturav. Honum dámar væl at mála bátar, fólk og bygdaløg og eisini málningar við myndevnum úr Bíbliuni

Lydia Nielsen hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum 9. til 14. mars

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur gjørt av at lata 20 verkætlanum stuðul til filmsgerð av stuðulsjáttanini til film

Fyrr í dag var føroyski stuttfilmurin "Stina Karina" útvaldur til donsku filmskappingina "Ekko Shortlist" hjá danska filmsblaðnum Filmmagasinet Ekko

Í morgin, sunnudagin 5. mars, letur Finleif Mortensen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Iranska tíðindastovan ILNA sensureraði Theron við at tekna hana í svørtum «klæðum» og eisini photoshoppað hana undir Oscar-sendingini

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Listasamband Føroya skipa fyri. Endamálið er at geva fólkaskúlanæmingum og skúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist

- Taka eina «respektfulla, kjerliga» pavsu

Komandi hósdag, tann 2. mars kl 17.30, letur Rutt Mikkelsen málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík í Havn

La La Land varð av órøttum útnevndur sum ársins besti filmur. Hetta varð síðani rættað til filmin Moonlight. PWC, sum hevði ábyrgdina av atkvøðunum skrivar, at Warren Beatty og Faye Dunaway fingu handað skeivan brævbjálva

Hon er ættað úr Rumenia, og nú sýnir hon fram málningar í Lítluvík. Claudia Diana Ciotlaus hevur málað í nógv ár

Warren Beatty, sum deildi út virðislønina, helt seg hava fingið skeivan brævbjálva. Hann hevði helst fingið bævbjálvan frá tá ið Emma Stone vann fyri besta kvinnuliga leiklutin. Og so kókaði Twitter

Eins og bløðini í Los Angeles, skrivar elsta filmsavísin í heiminum, 111 ára gamla Variety, at nú hevur ein muslimur fyri fyrstu ferð fingið Oscarvirðisløn fyri avrik í filmsgerð

Warren Beatty og Faye Dunaway róptu fyrst upp La La Land sum vinnara, men Warren hevði lisið skeivan film - rætti vinnarin var Moonlight

Føroyska virkið Tatanka hevur gjørt tríggjar styttri teknifilmar til føroysk børn

Norðuratlantiskir Filmdagar seta fokus á Føroyar, Ísland og Grønland, søguliga og aktuelt. Og programmið hevur eina sanna perlurøð av spælifilmi, dokumentarfilmi og stuttfilmi, umframt at filmskaparar vitja og tjakast verður

Fríggjadagin 24. februar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Jónu Rasmussen og Guðrið Poulsen upp í Galerie Focus

Mikudagin, tann 22. febr. kl 15:00 letur ein málningaframsýning upp í Ribarhúsi hjá Arnold Vegghamar. Hetta verður ein litríkur innsúður við 15 málningum

Remida Føroyar, ið er eitt samstarv ímillum fleiri dagstovnar í Tórshavnar kommunu, um at arbeiða við felags umhvørvis verkætlanum, arbeiða í løtuni við eini verkætlan um plastdálking

Fyrsta várdag í ár, mikudagin 22. februar kl 19:30, verður høvið hjá almenninginum at síggja ein romantiskan amerikanskan dansifilm í Havn

Remida Føroyar, ið er eitt samstarv ímillum fleiri dagstovnar í Tórshavnar kommunu, um at arbeiða við felags umhvørvisverkætlanum, arbeiðir í løtuni við eini verkætlan um plastdálking

Í dag gitar filmsummælarin og rithøvundurin, Bo Green Jensen, at finski Aki Kaurismäki fer at vinna gullbjørnina fyri flóttafólkafilmin On the Other Side of Hope

Hósdagin sýnir Filmsfelagið nýggja avstralska filmin ”Lion” um ein drong, sum verður ættleiddur. Sum vaksin fer hann at leita við Google Earth at finna aftur til upprunan í Calcutta í India

Talan er um eina spennandi framsýning, har verk eftir fleiri av okkara bestu listafólkum verða sýnd fram

Í dag byrjar ein av kendastu filmstevnum, Der Berinale, í Berlin. Stevnan, sum hevur 67 ár á baki og varar í 10 dagar, sýnir 400 ymsar filmar tilsamans 1000 ferðir