Í morgin kl. 14:00, tað vil siga, á valdegnum, opnar málningaframsýningin ið Regin Jørgensen hevur í Williamsstovu í Havn.
Framsýningin verður frá í morgin 8. desembur til týsdagin 13. desembur.
Hesaferð eru myndaevnini menniskju og abstraktiónir.
Nú løgtingsval bleiv sama dag ið framsýningin opnar, verður fernisering i staðin nú leygardagin kl. 15:00.
Opið er hesar tíðir:
Hósdagin kl. 14-18
Fríggjadagin 10-18
Leygardagin 10-18 (og fernisering kl. 15:00)
Sunnudagin 14-18
Mánadagin 10-18
Týsdagin 10-18
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo