Hilmar J. Højgaard hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík 3. – 7. mars 2023.
Hilmar hevur í nógv ár málað náttúrumálningar við motivum úr øllum Føroyum.
Málningarnir lýsa náttúru, mentan, bygdir og býir í Føroyum. Eisini hevur hann drúgvar royndir við at mála bíbilsk motivir.
Hilmar er ættaður úr Rituvík og býr nú í Saltnesi. Hann byrjaði at mála sum 17 ára gamal, og hevur í fleiri umførum verið á listaskeiði í Holbæk.
Hilmar hevur havt fleiri listaframsýningar í Føroyum, Danmark og Íslandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo