Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Berdreymi er fyrri av tveimum nýggjum íslendskum filmum, sum Filmsfelagið vísir teir komandi tveir mikudagarnar. Hin seinni er Volaða land.

Í fyrra filminum Berdreymi, sum verður sýndur mikudagin 30. novembur, og hevur altjóða heitið Beautiful Beings, møta vit unga Addi, sum er úr Reykjavík, har hann býr saman við yngru systrini og mammuni, ið er framsíggin.

Eftir eina ógvusliga hending, bjóðar hann fjúrtan ára gamla Balla við í harðrenda vinaskaran. Mótsætt Adda, sum er sterkur í nevunum, hevur Balli ein víkjandi verumáta, ið er merktur av happing. Vit fáa innlit í heimalívið hjá Balla, har mamman er rúsað og harðrendi stjúkpápin er fongslaður.

Sum í dreymi fer Addi nú at síggja fyri sær eitt annað lív, sum broytir hugsanina um sjálvan seg og tey vinaløg, hann higartil hevur havt við dreingirnar í bólkinum.

Samanhaldið stendur sína roynd, tá pápi Balla verður latin leysur.

Leikstjórin Gudmundur Arnar Gudmundsson (f.1982) gjørdi í 2017 filmin Heartstone, sum Filmsfelagið vísti. Eins og tann filmurin, snýr hesin seg um vinarlag millum ungar dreingir, ið royna at finna ein veg inn í tilveruna sum vaksnir.

Sum alment uppskot til Oscarhandanina í 2023, er filmurin Berdreymi at meta sum fremsti íslendski filmur í dag.

Seinni íslendski filmurin í Filmsfelagnum er Volaða land, sum hevur danska heitið Vanskabte land, og Hlynur Pálmason hevur leikstjórnað. Tann filmurin verður vístur 7. desembur.

Filmsfelagið 30/11 kl 20:00 Berdreymi (Beautiful Beings, Guðmundur Arnar Guðmundsson, Ísland 2022 123 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo