Borgarstjóin setti framsýningina, sum verður opin í dag og í morgin.
Heðin Mortensen beyð øllum vælkomnum til árligu framsýningina hjá Kvøldskúlanum í Múllers Pakkhúsi og nevndi, at skúlastjórin hevði sagt honum, at fleiri túsund vitjaðu framsýningina í fjør. Og tað gekk uppá stás.
- Tó var onkur, sum ynskti sær at kunna seta seg niður við einum drekkamunni og einum køkubita. Og tað hava vit loyst hesaferð við at Westward Ho hevur opið skip. Sluppin liggur her beint uttanfyri við Høgukei og øll eru vælkomin umborð til ein drekkamunn. So hjartaliga vælkomin umborð á Westward Ho eisini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo