Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Aftersun, sum verður vístur mikukvøldið, er fyrsti filmur hjá 35 ára gomlu skotsku Charlotte Wells, sum hevur lisið film í New York. Aftersun er tann filmur á skránni hjá Filmsfelagnum, ið hetta skeiðið hevur fingið hægsta stigatal, 95 stig av 100 møguligum, hjá Metascore.

Filmurin er um Sophie (Frankie Corio), ið grundar yvir eina charterferð við pápanum (Paul Mescal) í Turkalandi fyri tjúgu árum síðan.

Við høvuðsdenti á viðurskiftini millum pápa og dóttir førir filmurin okkum eymligani aftur til sólheita frítíðarstaðin í 90’unum, har vit møta sólbrúnum ferðafólkum, ið dansa Macarena og liggja slotandi við svimjihylin, meðan ein karaokesangari roynir seg við sanginum hjá R.E.M. ”Losing My Religion”.

Paul Mescal hevur fyrr spælt við í røðini Normal People og í Oscartilnevnda filminum The Lost Daughter. Hann er í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina í ár fyri leiklutin í Aftersun. Poetiskt melankolski filmurin Aftersun varð frumsýndur í Cannes í fjør, har Charlotte Wells vann French Touch Prize of the Critics' Week Jury.

Filmsfelagið 15/2 Aftersun (Charlotte Wells Bretland 2022 96 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo