Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

BBB Movies: Nítjan ára gamli Tóki Jansson, sum hevur gjørt fyrstu føroysku teknifilmsrøð til børn, skal nú á størstu pitchkappingarstøð fyri børn og ung.

Tóki Jansson og Niels Jacob Kjærbæk frá BBB Movies eru saman við Jón Hammer og KYK Myndum í gongd við at gera eina av Føroya fyrstu teknifilmsrøðum til børn. Nú eru teir lidnir við pilotpartin til sendingina.

Sendingin eitir Tann Óveruliga Verðin Hjá Aldu, og snýr seg um Aldu, ið er ein seks ára gomul genta, sum hevur gott hugflog, og fer saman við dreymavinum á ymisar ævintýraferðir, so sum eina verð, har ein kovboy er gjørdur úr matvørum, og hin sunni maturin er upp ímóti tí ósunna.

Sendingin er sloppin við í Main Pitch á M:brane sum er ein av størstu pitchkappingarstøðum í Evropa, sum hevur fokus á áskoðarar, ið eru í aldurinum 3 til 18 ár. Tiltakið er hvørt ár í Malmö í Svøríki, har sendingin skal vísast og leggjast fram fyri íleggjarum, so sendingin kann verða fíggjað. 

Tóki Jansson er kendur innan føroyska animatión, frá tá hann gjørdi sendingina Skúla Scam, sum vendi sær bæði til børn og vaksin. Hann byrjaði við Skúla Scamtá hann varð fjúrtan. Í 2021 fekk Tóki hugskotið at gera eina barnasending, og hann fekk framleiðaran, Jonas í Dali Wagner, við í ætlanina, og teir bygdu upp eitt toymi við Niels Jacob Kjærbæk sum framleiðara og Ásu Pálsdóttir sum handritahøvindi. Í apríl 2022 stovnaðu Tóki, Jonas og Niels Jacob animatiónsfelagið BBB Movies, sum hevði framleiðsluna av filminum Tann Óveruliga Verðin Hjá Aldu undir sær. Seinni gjørdu tey avtalu við KYK Myndir at vera høvuðsframleiðari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo