Heiðrik á Heygum framsýndi í novembur til januar framsýningina, Kjøt í Toronto. Nú er
framsýningin komin til Føroya, og letur upp í morgin, fríggjadagin kl. 15.00 í Müllers Pakkhúsi.
Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiður um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum.
"Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av
teimum, og skifta tað út við glampandi plastikki. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava óivað sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin?
Tað er alt kjøt.
Hesir málningar eru av ymiskum føroyskum kjøti, ið bóndir hava alið og slaktað, pakkað og
síðani selt á alnetinum"
Framsýningin opnar fríggjadagin 31. mars kl. 15.00 - 18.00, og er opin hvønn dag fram til 9. apríl 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo