Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri náttúruni, tí søki eg havlívfrøði sum fyrstu raðfesting, hóast eg veit, at tað verður stór avbjóðing at lesa á enskum

Í vikuni var fundur fyri nevndirnar í undirfeløgunum hjá Føroya Lærarafelag. 11 nevndarlimir møttu, og teir umboðaðu øll undirfeløgini

- Tórshavnar Kvøldskúli er framvegis Føroya størsti skúli. Og í ár fegnast vit um, at hann er vorðin enn størri

Seinasta mánaðin hava Hósvíkar, Hvalvíkar og Norðskála-Oyrar skúli luttikið í eini filmsverkætlan hjá Listaleypinum. Tað er listakvinnan Floortje Zonneveld úr Hollandi, sum hevur undirvíst børnunum

25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs. Tá hevur móðurmálsdagurin verið hildin. Í ár er hesin dagur Langi fríggjadagur

Í hesum stuttfilmi sæst Maria Heradóttir, ritstjóri, greiða frá, hvussu málhjólið kann brúkast at læra okkum alt um týska mállæru

Fuglfirðingar hava sett eina bygginevnd at gera eina tørvslýsing í sambandi við at byggja nýggjan skúla. Kortini er eingin staðseting ella nøkur tekning komin á borðið enn

Í dag fríggjadagin 11. mars 2016, fingu níggju maskinistar handað prógv á Vinnuháskúlanum

- Hvørjar førleikar Jógvan Philbrow hevur at meta um tignina hjá lærarum samanborið við tignina hjá námsfrøðingum, seta vit stórt spurnarteknin við, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

- Skuldi tað verið, at Løgtingsins Umboðsmaður kemur til ta niðurstøðu, at samanleggingin ikki er farin rætt fram, og MMR og kommunan broyta fortreytirnar hjá mær at virka undir, so má eg fyrihalda meg til tær treytirnar, sigur Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri

Seinnapartin í gjár skrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið undir nýggja semju. Sambært semjuni hækka lønirnar

Fríggjadagin var hátíðarhald á Tekniska Skúla í Klaksvík í sambandi við, at sjey timburmenn vóru lidnir við sveinaroyndina

Ein bólkur úr Skúlanum á Fløtum við eini verkætlan um at reinsa havbotnin við trælsrass, vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar

Prógvhandan var á Glasi, Smiðjugerð í dag 4. mars. Talan er um 6 sveinar, sum fingu handað prógv

Mánakvøldið verða dyrnar latnar upp á víðan vegg á Kambsdali. Á skránni er fjøltáttað kunning og kvøldseta

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Hans Jón Juul Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Hoyvíkar skúla

Fríggjadagin verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið frá Íverksetarahúsinum

Í gjár undirskrivaðu Tórshavnar Kommuna og Samtakið Eind Í/F ráðgevarasáttmála um Skúlan á Fløtum

Fyri fyrstu ferð ber til at søkja inn á Setrið á elektroniskum umsóknarblaði

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti herfyri at játta Lítlaskúla loyvi at reka forskúla og frítíðarskúla til forskúla

Tað vóru góð líkindi at taka dronumyndir í dag, og her er ein upptøka omanyvir Havnina og Glasir

- Í farna mánaði sendi Lærarafelagið Løgtingsins Umboðsmanni spurningin um, hvat ein sjálvstøðugur skúli er, at útgreina

- Tað er skilaleyst at leggja skúlar saman, har undirvíst verður í so nógvum bygningum, og lærararnir sjáldan hittast. Hetta gongur út yvir arbeiðsgleðina, og nógv umhugsa sína støðu í skúlanum

Fiktiva virkið Penta, sum hevur sæð dagsins ljós á Tekniska Skúla í Klaksvík, framleiðir ein haldara til eitt nú mjólkapakkar, sum ger tað lættari hjá fólki við ristingum í hondunum at stoyta úr pakkanum, uttan at raka við síðuna av málinum

“Vit vaksnu eiga at vera fyrimyndir”. Hetta siga námsfrøðiligir ráðgevarar í Tórshavnar kommunu. Leikurin um Knút, sum ikki tímir út, hevur sett ferð á orðaskiftið um børn og teldlar

Sjokkeraðir norskir politikarar sótu bara og gapaðu, tá ið tað skiltist, at miðnámsskúlin í Skien ikki fær nakra kantinu, heldur ikki nakran dansisal og onnur týðandi rúm

Í 2015 bjóðaði Føroya Handilsskúli, nú Glasir, fyri fyrstu ferð út eina merkantila fulltíðar framhaldsútbúgving, sum fekk føroyska heitið Marknaðarførslubúskapur

Tá ið freistin var úti síðsta fríggjadag, vóru fýra umsóknir komnar inn til stjórastarvið í Hoyvíkar skúla

Frítíðarskúlin á Argjahamri skipaði herfyri fyri ein evnisviku um rútmur. Børnini arbeiddu í ymiskum verkstøðum og vóru bólkað

Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti á middegi í gjár, vóru 26 umsóknir komnar inn. Tað er lægsta tal av umsóknum í nógv ár. Í 2015 komu 44 umsóknir inn og í 2014, sum var metár, komu 48 umsóknir

- Nógvir menningarmøguleikar eru í førleikamenning og eftirútbúgving av lærarum og leiðslum, men hesar eiga at verða samskipaðar meira miðvíst, heldur landsstýriskvinnan í skúlamálum

So at siga øll eru á einum máli um, at tann misbrúkta fartelefonin meinskar undirvísingina í skúlanum. Mátin, ið verður brúktur til at byrgja fyri misbrúkinum, er ymiskur, men øll eru samd um loysnarorðið: Bara tað virkar!

Tilsamans níggju bólkar frá Tekniska Skúla í Klaksvík taka lut í “Ungt Virki” í ár, og finalan verður hildin í Havn tíðliga í marsmánaði

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur tikið avgerð um, at FHS Yrkisnám skal verða eitt av útbúgvingartilboðnum til suðuroyingar komandi skúlaár

Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at fara undir at byggja ein nýggjan barnaskúla í Fuglafirði

- Um ein endurskoðan av ársverkinum merkir, at lærarin skal undirvísa størri part av samlaðu arbeiðstíðini, taka vit ikki undir við tí, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags

- Stríðið ímóti forskúlum hevur verið eitt skammleyst stríð, sum ikki fremur menningina av barninum

Í dag byrjar eitt nýtt tíðarskeið í útbúgvingarsøguni í Vági, í Suðuroynni og í Føroyum. Seinnapartin í dag byrja 21 pedagoglesandi á Fjarlestrardeplinum í Vági

Jóhannis Danielsen er settur í starv sum adjunktur í lívfrøði frá 1. februar 2016

Tilsamans rúka 532 størv á universitetinum í Keypmannahavn eftir sparingarnar hjá stjórnini

Kanningin, sum skúlastýrið í Eysturskúlanum í Havn hevur latið gera av m.ø. internetvanunum hjá næmingunum frá 4.-9. flokki verður ikki løgd í eina skuffu og gloymd. Hon skal brúkast í skúlanum, sigur Magni á Lakjuni, formaður í skúlastýrinum, við Skúlablaðið

Um stutta tíð verða tær arbeiðstøkur, ið eftir eru at bjóða upp á í sambandi við Skúladepilin við Marknagil, Glasir, alment bodnar út. Talan er um timbur- og gipsarbeiði, hurðar, timburgólv og flísaarbeiði

Búmerkið hjá Glasi kostaði 18.000 krónur tilsamans, upplýsur rektarin á skúlanum

- Ein stórur meiriluti av foreldrum og næmingum, sum eru knýtt at Sankta Frans skúla, vil, at næmingarnir sleppa at halda fram í 8. og 9. flokki í Sankta Frans heldur enn at ganga í tí stóra skúlanum

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at selja Bústøðum loninar, sum venda móti Sjúrðargøtu og Tórsgøtu, har ætlanin er at byggja 37 lestraríbúðir, sum skulu standa lidnar longu um eitt ár

- Eg helt, at tað var ein nýggj regla í táttinum um Óla Jákup hjá Jensi, sum fór at mjólka einum frensi, og nú legði telefonina í skápið. Men nei. Sjónvarpstíðindini eru í ramasta álvara. Onga telefon í modernaða skúlanum

Hetta var ein dagur ið Vestmanna skúli hevði planlagt leingi - eitt sera gott tiltak

Tað byrja 24 næmingar í 1. flokki komandi skúlaár, 2016/17. Mánadagin møttu spentu børnini og foreldur teirra upp í Tofta skúla til innskrivingina

Mánadagin vitjaði landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, byggiplássið við Marknagil, har nýggi miðnámsskúlin verður bygdur

Eftir summarfitíðina kunnu fyrstu næmingarnir byrja í nýggja frískúlanum Lítla skúla í Havn. Mentamálaráðið hevur góðkent skúlan, og áhugin at skriva børn inn er stórur