Sunda kommuna: Seinasta mánaðin hava Hósvíkar, Hvalvíkar og Norðskála-Oyrar skúli luttikið í eini filmsverkætlan hjá Listaleypinum. Tað er listakvinnan Floortje Zonneveld úr Hollandi, sum hevur undirvíst børnunum.
Floortje Zonneveld hevur hollar royndir sum listamiðlari, bæði á søvnum og skúlum. Hennara listaøki er myndlistainstallatiónir, har hon serliga arbeiðir við ljósi, video-projektión og mobilum installatiónum. Hetta er ein sestaktliga interaktivur arbeiðsháttur. har næmingarnir eru skaparar. Tilgongdin endar við, at teir sýna fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo